Nýggjur barnasangur
Nýggjur barnasangur er gjørdur til tiltakið, Barnafagnaður á samkirkjudøgum.
Samkirkjudagarnir, sum hava verið í Vágunum um vikuskiftið, endaðu við einum stórum barnatiltaki í høllini á Giljanesi.
Á skránni vóru barnakór úr Sørvági og Sandavági, Jóhan Hansen hevði bíbliulsøgu og Ásbjørn Berthelsen undirhelt við gykli.
Til barnafagnaðin var eisini gjørdur ein nýggjur sangur við heitinum,“Vit eru tíni børn”. Niclas Heri Jákupsson hevur gjørt bæði orð og lag.
Barnakórið í Libanon í Sørvági hevur sungið sangin inn.
Í videobrotinum her eru myndir frá, tá sangurin varð innspældur.