Nýggjur formaður í LUN
Beinir Langgaard er av Nesi hevur játtað at verða nýggjur formaður í LUN. Jákup Petersen ynskti at sleppa frá sum formaður, nú hann er valdur sum næstformann í skúlastýrinum fyri háskúlan.
Vit ynskja Beini Langgaard hjartaliga vælkomnum og Guds ríku signing yvir arbeiði.
Kirkjuliga Heimamissiónin
Beinir er 22 ára gamal og er av Nesi. Hann arbeiðir sum forritari á Nema í Klaksvík. Hann brennir fyri at ung í Føroyum mugu koma, at hoyra Guðs orð, tí, sigur hann sigur:
Tað er bert orðið sum hevur mátt at frelsa og endurføða menniskju. Boðskapurin um Jesus og krossin. Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggja svørð. Tað treingir inn í samvitskuna og avdúkar okkum. Og tá, av Guðs stóru náði, kunnu vit koma til Jesus. At ung mugu koma at læra Jesus at kenna, og blíva frelst.