Nýggjur háskúlaleiðari funnin

Skúlastýrið fyri háskúlan í Nesvík hevur tikið avgerð ímillum innkommu umsóknirnar og hevur gjørt av at seta Tummas Kannuberg úr Leirvík í starv sum nýggjan háskúlaleiðara í Nesvík. Tummas gjørdist cand. theol. í januar 2021 í Keypmannahavn og gekk síðan á pastoralseminarium og fekk endaligt prógv í summar.

Tummas Kannuberg kemur sum ein av fyrstu uppgávunum at taka sær av at skipa innihald og leist skúlans, tímatalvu og finna undirvísarar. Háskúlin fer eftir ætlan taka ímóti fyrstu næmingunum í august til eitt 5 mánaða uppihald.

Áhugað kunnu venda sær til info@hin.fo at fáa meira at vita.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina