Video um Háskúlan í Nesvík

Hetta videobrotið uppá góðar 3. minuttir gevur eina super-stutta lýsing av, hvat komandi háskúlin í Nesvík kemur at standa fyri og hvat næmingar her kunnu vænta sær.

Eitt uppihald á Háskúlanum í Nesvík setur fokus upp á góða lívið í Kristusi, og hvussu vit best fara undir at brynja okkum til spennandi og avbjóðandi lívið, ið liggur fyri framman. Tú kanst vænta tær nógv av uppihaldinum her, eitt nú fakligan førna, sosialar dygdir, andaliga uppbygging, góðan sosialan felagskap, vinir fyri lívið, snøgt sagt upplivingar fyri lívið.

Og tað er júst hetta, sum er okkara fremsta mál, altso at lata tykkum í til at taka ímóti og fevna um tað samfelag, tit eru á gáttina at gerast partur av.

Háskúlin í Nesvík ger teg út til at møta lívinum.

Trýst á leinkju í neðra fyri at síggja videobrotið.