Nýggjur Summarlegusangur

Hallgerð Brim hevur skrivað orð og lag til summarlegusangin við heitinum, “So vakra jørð”. Evnið á summarlegunum í ár er “Jørðin”.

Um sangin “So vakra jørð” sigur Hallgerð: – Tað er so ofta, at eg verði bergtikin av náttúruni. Um veturin er tað serliga tann stjørnuklári himmalin og um summarið ljósið, litirnir og fuglaljóðið. Tá fyllist eg bæði við undran og eisini takksemi. At alt hetta so er skapt til okkum menniskju at njóta, er fyri meg eitt tekin um Guðs kærleika. Hugsa tær, at vit eru krúnan á verkinum – ja, at vit hava hægri virði enn alt annað á hesi ófatuliga vøkru jørðini. Trygt er at vita, at hóast okkara lyndi broytist eins og veðrið og árstíðirnar – vit skifta meining og ivast – so er Guð støðugur og orð hansara álítandi. Sangurin varð skrivaður í fjør, men hevur ligið í skuffuni orsakað av farsóttini. Í ár vóni eg, at børn í Føroyum aftur sleppa at syngja saman um heimsins frelsara og takka Guði fyri alt, vit hava fingið frá honum.

LES EISINI  Stranda Sangkór: Harranum lovið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina