Nýtt kreativt tilfar til børnini á páskum

Páskirnar nærkast og Simba er til reiðar.

Simba er komin við nýggjum tilfari til páskir. Børnini kunnu sjálvi klippa og líma myndir á ein ring, ið vísir teimum raðfylgjuna av páskaboðskapinum.

Tú hevur nú møguleikan, heima ella sum sunnudagsskúlalærari, á ein spennandi og kreativan hátt at vísa børnum søguna um Jesu líðing og uppreisn.

Fyrireikingar til páskir eru byrjaðar á Toftum. Í barnaringinum á Toftum hava tey klipt og roynt tilfarið av, sí myndirnar.

Heinta myndirnar sum PDF her: Kreativt til páskar

 

Layout: Erla Mortensen, samskipari fyri barna- og familjuarbeiðið.

Hugskot: Marjan Nielsen frá barnaringinum á Toftum.

 

LES EISINI  Vilt tú vinna eitt stórt páskaregg?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina