Øðrvísi upplatingartíðir í landsskrivstovuni hjá Heimamissiónini

Vegna summarfrí hevur landsskrivstovan hjá Heimamissiónini øðrvísi upplatingartíðir komandi vikurnar.

Frá mánadegnum 20.juli til 7.august er landsskrivstovan opin týsdagar og mikudagar. Telefontíðin verður tó opin sum vanligt mánadag til hósdag kl. 09- 12 og fríggjadagar kl. 09-15.

Skrivstovan er stongd frá 10. august til 28.august.

Landsskrivstovan hjá Heimamissiónini heldur til í norðara enda av leguhúsinum í Nesvík.

LES EISINI  November-legan farna vikuskifti: 185 ung festu sítt eyga á Jesus
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina