Ófriður og lógloysi førir til økta atsókn

World Watch List 2025 vísir, at harðskapurin móti kristnum økist nógvastaðni, og serliga har ófriður, kríggj og lógloysi ræður.

Lyklatøll frá World Watch List 2025

  • Hvønn dag verða 12 kristin dripin fyri sína trúgv.
  • Hvønn dag verða 90 kristin fongslað uttan lógarviðgerð.
  • Hvørja viku verða 70 kristin burturflutt.
  • Hvørja viku verða 150 kirkjur og onnur Guds hús álopin.
  • Hvørja viku verða 550 kristin heim álopin.
  • 1 av 7 kristnum kring heimin búgva í økjum, har tey eru í stórum vanda fyri atsóknum og mismuni. Í Afrika er talið 1 av 5, í Asia 2 av 5.
  • Meira enn 380 milliónir kristin liva í økjum við stórum atsóknum og mismuni vegna sína trúgv.

Týdningarmikið at biðja

Tað er umráðandi at vit biðja, og tað er umráðandi, at vit geva okkum far um, at talan er um verulig fólk, ikki bara tøl. Tað er eisini umráðandi at minnast til, at hesi sum verða forfylgd, eru brøður systrar okkara í Harranum.

LES EISINI  Tá lóggávan hevur eitt byrsusikti – trý rák á heimslistanum

Bøn fyri forfylgdu kirkjuni, eftir Øssur Kjølbro.

Góði Jesus Kristus! Vit prísa og takka tær fyri, at tú setti teg sjálvan lágt, doyði fyri okkara syndir, síðani reis upp og sigraði á deyðanum, eisini fyri okkara skuld. Vit takka tær fyri brøður og systrar okkara her og um allan heim, felagsskapin við øll tey, sum viðurkenna navn títt.

Vit hugsa á ein serligan hátt um børn tíni í Norðurkorea. Takk fyri vitnisburð teirra. Miskunna teimum, varðveit tey inni hjá tær, styrk tey í trúnni, vónini og kærleikanum. Gev teimum úthaldni, útfría tey, gev teimum útlúgvaðu hvílu.

Vit leggja eisini norðurkoreansku myndugleikarnar fram fyri teg og starvsfólk teirra. Vit biðja teg grípa inn og broyta hjørtu teirra, so at tey viðurkenna, at tú ert Gud.

Vit leggja eisini felagsskapin Open Doors fram fyri teg, øll tey, ið virka har, eins og samstarvsfelagar teirra inni í Norðurkorea og í øðrum londum. Verj tey, styrk tey og gev teimum vísdóm frá tær.

LES EISINI  Pakistan: Deyðadømda Asia Bibi verður leyslatin

So biðja vit teg fyri okkum í okkara parti av heiminum. Takk fyri opnar dyr og góðar umstøður at bera gleðiboðskapin um teg fram. Lat okkum ikki gerast dølsk, men lær tú okkum við dirvi at kennast við títt navn, taka okkara kross á okkum og fylgja tær eftir. Fyll okkum øll við tínum friði.

Tað biðja vit um í várs Harra Jesu navni! Amen.

Les meira her…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina