Okkara bókasøla hevur fingið navn!

Fyri nøkrum vikum síðani gjørdu vit eina lítla kapping, har vit bóðu tykkum hjálpa okkum at finna eitt nýtt navn til nethandilin í Nesvík. Tað vóru Andrias Magnussen, aðalskrivari og Tóra Toftegaard, sum sótu í dómsnevndini, og tað eru eisini tey, ið vanligt taka sær av nethandlinum. Tey hava nú valt eitt navn, og eitt gávukort er á veg til ein av okkara lesarum.

22 uppskot vóru send inn frá 8 ymiskum persónum. Dómararnir hugdu at uppskotunum uttan at vita, hvør hevði sent tey inn. Endaliga úrslitið var “Manna”, sum var eitt av uppskotunum, sum Annfríð Hansen úr Rituvík hevði sent inn.

– Tað komu nógv góð uppskot inn til navnakappingina, og vit takka fyri øll tey innkomnu uppskotini, Andrias Magnussen, og heldur áfram: – Úr rúgvuni valdu vit Manna. Grundgevingarnar fyri at velja júst hetta navnið vóru, at hetta er eitt bíbilsk orð. Ísraelsfólk ótu manna í oyðimørkini. Hetta var matur av himli, sum Gud sendi teimum ein dag í senn, soleiðis at øll kundu eta seg mett. Umframt hetta, so halda vit, at navnið situr væl. Tað er lætt at úttala og er kent í øðrum málum, og tí passar hetta væl sum navn til okkara nethandil.

LES EISINI  Bókahyllin: Vandre med Gud

Vit hava keypt økisnavnið manna.fo, og tað er longu møguligt at nýta hesa adressuna til at finna okkara nethandil. Tað er eisini møguligt at vitja í Manna í Nesvík. Handilin er opin mánadag til fríggjadag frá klokkan 9 til 15.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina