Oktoberlegan útsett

Oktoberlegan, sum eftir ætlan skuldi verða komandi vikuskifti, er útsett til desember.

Í gjár kom løgmaður við nýggjum tilmælum nú koronustøðan í landinum aftur er broytt.

Millum annað segði Bárður á Steig Nielsen soleiðis: “Harafturat verður mælt til eina minking í frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum, har smittan ger mest um seg. Mælt verður eisini til at útseta størri tiltøk, har børn og ung úr øllum landinum koma saman.”

Tí er gjørt av at útseta leguna. Meira kunning kemur seinni.

Um Oktoberlegan, sum fyrr varð kallað Novemberlegan, nú fer aftur fer at broyta navn, fáa vit at síggja.

LES EISINI  Eitt afturljóð úr Kolding
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina