Ólavur útsendur til trúboðaratænastu í Íslandi

Í gjár, tollaksmessudag, var útsendingargudstænasta í Hósvíkar kirkju. Ólavur Jacobsen varð útsendur til trúboðaratænastu í Íslandi, har hann skal virka í og út frá sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík.

Bergtórur Bjarkhamar, sóknarprestur, prædikaði. Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Heimamissiónini/Sjómansmissiónini, Bergur Debes Joensen, skúlaleiðari í Podas, Jónhard Joensen, stýrisformaður fyri Ørkina, og Marin Elisabeth Poulsen, útitrúboðari, lósu heilsanir úr Skriftini, og síðani varð forbøn fyri Ólavi við handaálegging.

Eftir gudstænastuna varð bjóðað til ein drekkamun. Ein góð løta.

LES EISINI  Mirjam skal tæna á trúboðaramiðstøð í Belgia
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina