Øll familjan á ungdómslegu

Aftur í ár varð skipa fyri einari ungdómslegu. 100 ung vóru tilmeldað og legan eydnaðist sera væl.
Jónhild og Bent Djurhuus luttóku á leguni høvuðsleiðarar saman við Annu Absalonsen og Dann Johannesen. Hetta var ein heilt nýggj uppgáva fyri tey bæði. Hoyr stuttu samrøðuna, sum Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge gjørdi við tey tað síðsta kvøldið á leguni.

“Eg havi í fleiri ár tosað um at tað er so harmiligt at okkara fólk hvørva, tá tey føla at tey blíva ov gomul ella fáa børn og tí ikki fáa verið við á ungdómslegu. Tí setti eg mær fyri at fáa onkrar høvuðsleiðarar í ár, sum vóru eitt lítið sindur eldri, sum høvdu eitt sindur meir av lívsroyndum. Jónhild og Bent eru so ungdómslig at tey fullu bara beint inn í felagsskapin. Tað hevur verið so stuttligt at havt tey afturat okkum. Tey eru so upplyftandi og blíð. Sannar fyrimyndir!” sigur Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge, limur í Landsungdómsnevndini.

LES EISINI  100 ung á ungdómslegu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina