Omma hevði stóran týdning fyri mítt trúarlív

-Eg kann ikki seta dag ella tíma á, nær eg kom til trúgv á Jesus, tí eg havi trúð á hann alt lívið. Tað merkir ikki, at eg ikki havi syndað, tí tað havi eg tíverri gjørt ríkiliga. Men Jesus hevur verið og er støðugt frelsari mín.
Tað sigur 80 ára gamli, Johan Karl Djurhuus, á Selatrað.

-Omma og abbi vóru partur av lívinum hjá okkum systkjum, tá vit vóru smá; tí foreldrini vóru inngift til teirra. Eg hoyrdi um Jesus í barnaheiminum, og har var tað serliga omma, sum fekk størst týdning fyri mítt andaliga lív, ja, helt líkasum trúarlívinum uppi, sigur hann.

-Omma rópti ikki hart upp um sína trúgv, men livdi hana út. Harafturat bað hon og boðaði fyri okkum, sum búðu saman við henni. Hon doyði, tá eg var 15 ár, og var mín fyrsta túr til skips, sigur Johan Karl.

-Eg minnist ikki dagin, tá eg vitnaði í missiónshúsinum fyrstu ferð, men eg var ungur maður tá. Eg havi ikki verið nakar stórur talari, men havi havt Guds orð frammi av og á, sigur hann.

-Eg róði út í Grátifjørðinum í Grønlandi í fýra ár. Tá fiskaðu vit ikki sunnnudag; og tá las eg lestur í skúrinum hjá okkum. Tá komu aðrar manningar eisini til lesturin; og so fingu vit drekkamunn aftaná. Tað vóru góðar løtur.  Eg havi eisini lisið lestur umborð á skipum. Eg var fastur lesari umborð á Baki, sum vit áttu í fleiri ár. Eg haldi manningarnar vóru glaðar fyri lesturin, sum var úr lestrabók Jákup Dahls, sigur Johan Karl.

-Tað hevur verið sera gott at havt Jesus við øll míni mongu ár bæði á sjógvi og landi.
Í 1962 byrjaði eg sum hjálparklokkari og gjørdist fastur klokkari í 1980-unum, tá eg var heima í umleið 10 ár. So fór eg aftur til skips, og varð aftur hjáplparklokkari. Eg loysti eisini av sum deknur í mong ár; og síðani 2008 havi eg verið fastur deknur við kirkjuna á Selatrað. Eg komi eisini til møtini í missiónshúsinum og havi orðið av og á, sigur Johan Karl Djurhuus.