Ótrúligi jólafriðurin í 1914: – Eg hevði ikki trúð tí, um eg ikki var har sjálvur

1914. Tað er kríggj um alt Europa og á vestara hermótinum liggja fleiri túsundtals ungir menn – týskarar og bretar – í hvør sínum skotgrøvum. Fleiri staðir eru bara 30 metrar millum partarnar. Millum skotgravirnar liggur eitt ongamannaland, sum tað varð kallað, har tað ikki er lukkuligt at vera staddur. So skjótt annar parturin hættar sær upp úr skotgrøvunum, verða teir skotnir niður í stundini av hinum partinum.

Fyrri heimsbardagi var eitt tað mest miskunnarleysa kríggið, man veit um at siga. Tá kríggið byrjaði, hildu báðir partar, at teir fóru at sigra á hinum longu fyri jól sama ár. Í staðin kom kríggið at vara í 4 long ár við ósigandi líðingum og óteljandi ofrum.

Men tann fyrsti jólaaftan í hesum langa kríggi skuldi gerast ein av løgnastu jólaaftan í heimssøguni. Tí knappliga góvust teir týsku og bretsku hermenninir at drepa hvønn annan og hildu ístaðin jól saman. Tað byrjaði við, at týskarar tendraðu ljós í eina rúgvu av smáum jólatrøum. Teir settu eisini livandi ljós uppá bringuverjuna á skotgrøvunum. “Tað minti um rampuljósini á einum sjónleikarapalli”, skrivaði ein bretskur hermaður seinni heim til familjuna.

Bretar trúðu ikki sínum egnu eygum. Stutt eftir trúðu teir heldur ikki sínum egnu oyrum. Tí tvørtur um ongamannaland, har tað framvegis lógu lík frá báðum legum, ljóðaði tann elskaði jólasálmurin hjá týskarum, “Stille Nacht, heilige Nacht”. Hann vit kenna sum “Gleðilig jól” eftir týðing hjá Fríðriki Petersen.

Men bretarnir høvdu einki ímóti tí og klappaðu viðurkennandi: “Well done, Fritz!” Eina løtu seinni róptu týskarar: “Vit skjóta ikki, tit skjóta ikki!” Og áheitanin um ikki at skjóta varð fylgd. Harvið byrjaði ein tann undurfullasti jólaaftan í søguni.

Fyrst vóru tað bert nakrir fáir týskarar, sum tordu at grulva upp úr skotgrøvini. Bretarnir drálaðu – var tað nú aftur ein av teimum skitnu krígssnildunum hjá týskarum?

Men skjótt hættaðu eisini teir fyrstu bretarnir sær fram. Og áðrenn langt um leið, stóðu ikki bert fleiri hundrað, men túsundtals hermenn úti í ongamannalandi. Teir ynsktu hvør øðrum gleðilig jól. Eina løtu var heimsbardagin steðgaður, til størstu stúran fyri generalarnar á báðum síðum.

LES EISINI  Lestur til fjórða sunnudag í advent

Hesi undurfullu jólini á vesturhermótinum eru fyrr lýst av bretskum søgufrøðingum. Men so ótrúligt tað er, er tað ikki fyrr enn seinastu árini, at týskir søgufrøðingar hava fingist við hesa serstakliga ó-almennu vápnahvíldina.

Millum annað er ein dagbók funnin, sum ein týskur heryvirmaður hevur ført. Í 85 ár lá dagbókin fjald á einum lofti, til ein abbasonur heryvirmannin varð varur við hana. Tað var annars strangliga bannað at føra dagbók, tá ein lá við hermótið, men tann ungi loytnanturin Kurt Zehmisch gjørdi ímóti forboðnum. Tann 24. december 1914 skrivar hann millum annað: “Hermaðurin Mockel úr míni herdeild, sum hevur búð í Onglandi í mong ár, rópti á enskum yvir til bretarnar, og skjótt kom ein lívlig samrøða í lag okkara millum”.

Úti í ongamannalandi vórðu smáar gávur býttar, til dømis týskar sigarettir mótvegis eitt sindur av enskum buddingi. Teir vístu hvør øðrum myndir av sínum kæru har heima og løgdu hvør øðrum dýran við, at hetta kríggið var tápuligt.

Fleiri av týsku hermonnunum tosaðu flótandi enskt, tí teir høvdu arbeitt í Bretlandi, ofta sum tænarar ella hýruvognsførarar. Nakrir teirra høvdu enntá konu og børn í Bretlandi, sum teir noyddust at siga farvæl, tá týski keisarin kallaði teir heim og í kríggj fyri das Vaterland.

LES EISINI  Sanni jólafriðurin

Bretsku og týsku hermenninir, sum vóru saman jólaaftan, avtalaðu at møtast aftur jóladag, hesaferð fyri at jarða teir deyðu lagsmenninar, sum lógu úti í ongamannalandi. Avtalan varð hildin, og fleiri staðni gjørdist tað til eina felags sorgarstund við bønum á bæði týskum og enskum.

So vildu bretar spæla fótbólt! Ein skjótur landsdystur millum skotgravirnar.

Har teir ikki høvdu ein bólt, evnaðu teir ein til av samantrýstum hálmi við bandi rundanum. Aðrar staðir máttu teir taka til takkar við einum tómum matblikki, men fótbóltur varð spældur, íroknað mótmæli móti dómaranum.

Ein bretskur hermaður, Jack Reagan, sum var barberur í friðartíð, tók upp aftur starv sítt. Úti í ongamannalandi bjóðaði hann sær til at klippa bæði vin og fígginda fyri tvær sigarettir. Millum kundar hansara var í minsta lagi ein týskur heryvirmaður.

Fleiri staðni á hermótinum varð eisini stillað upp til myndatøku í bólkum. Nakrar av upptøkunum náddu fram til eitt myndablað í Onglandi, sum sjálvandi setti tað á forsíðuna. Tí sama loyvdi týski sensururin ikki. Sum heild royndi týska herleiðslan av øllum alvi at fjala hesa píniligu hendingina fyri almenninginum. Tað vóru jú týskarar sjálvir, sum høvdu tikið fyrsta stigið! Men brøv frá hermótinum náddu tey har heima. Og tað sæst av svarbrøvum, at ikki øllum har heima í Týsklandi dámdi hetta brotið á rætta krígsførslu.

Vit vita eisini, at herleiðslan hjá báðum pørtum royndi at tátta í disciplinina. Ein og hvør endurtøku av friðarligum sambandi við fíggindan varð strangliga bannað. Fleiri yvirmenn, sum høvdu sæð millum fingrarnar við hendingini jólaaftan, vórðu lækkaðir í tign.

LES EISINI  Gud var eisini eitt fostur

Men fleiri staðir á hermótinum helt jólafriðurin fleiri dagar inn í nýggja árið.

Tá hermenninir fingu boð um at skjóta eftir fíggindanum, syrgdu teir fyri at skjóta omanfyri høvdið.

Tað høvdu teir í loyndum avtalað frammanundan uttan um herleiðsluna.

Men at enda sigraði miskunnarloysið! Og myrðingin helt fram í einum vavi, sum eingin hevði havt hugflog til at ímynda sær fyri kríggið.

Annars kann leggjast afturat, at tað vóru ikki allir hermenn, sum vóru so glaðir fyri tað, sum hendi á jólum. Millum annað var ein týskur undirkorporalur, sum var í øðini um, at vápnafelagar hansara høvdu rætt fíggindanum hondina og sungið jólasálmar fyri honum, heldur enn at skjóta eftir honum. Hermaðurin æt Adolf Hitler.

___

Fyri meira enn 2000 árum síðani ljóðaði heimsins fyrsti jólasálmur úti á Betlehems fløtum. Tað var ein fjøld av einglum, sum sang: “Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!”

Vit vita væl, at tað ongantíð hevur valdað fullkomin friður á jørð, heldur ikki síðani Jesus varð føddur. Men tað var heldur ikki tað slagið av friði, einglarnir sungu um. Einglarnir sungu um Guds frið. Um frið millum Gud og menniskju. Og um Guds frið í menniskjahjørtum. Men har sum Guds jólafriður fær loyvi til at fylla eitt menniskja – í tí hjarta, har Jesus sleppur at gista við sínum friði – har verður eisini friður millum menniskju.

“Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!” (Luk 2,14)

 

Trúboðin ynskir øllum eini gleðilig og friðsæl jól, saman við Jesusbarninum!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina