Ger tín egna eingil

Børnini hava fingið jólafrí, og ymiskt kann tíðin ganga við. Her er ein veðleiðing til at gera pappírseinglar, sum tit kunnu gera heima.

Hetta skulu tit brúka:

2 pappír (A5 stødd er brúkt her, men A4 kann eisini brúkast.)

Perlu til høvd

Pípureinsara

Límpistól

Boygg bæði pappírini í so tey líkjast eini harmoniku, sum víst á myndini.

Líma kantin á niðasta triðingin á annað pappírið.

Legg bæði pappírini saman.

Ger eitt knekk á tann ovasta triðingin, so tú fært veingirnar til eingilin.

Ger høvdið klárt. Koyr pípureinsaran ígjøgnum perluna og forma eina gloriu yvir høvdið.
Tað skal vera eitt sindur av longd undir, sum kann límast fast.

Líma báðar síðurnar saman, við høvdinum í miðuni.

Líma veingirnar fastar á kjólan. Eitt sindur av lími á endan er nokk.

Hong eingilin upp, ella set hann eitt stað har hann pyntar so væl, og minnir okkum á orðini hjá einglinum á jólanátt.

«Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!
Luk. 2, 10-11

LES EISINI  Rúm fyri Jesusi

Møguligt er at brúka aðra útgerð, og tillaga til tað mann eigur inni.
Pípureinsarin kann skiftast út við stáltrá.
Annað lím kann brúkast, men so skal man møguliga umhugsa tíð til at lími skal festa.
Tað kann eisini síggja flott út við øðrum pappíri, sum møguligani hevur litur ella mynstur á.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina