Kreativt hugskot: Set Jesus á jólatræið

Jólatræið, og ikki minst pyntið, fortelur ofta sera nógv um heimið, tað stendur í. Øll lond hava sínar ávísu hættir at pynta, ja viðhvørt sæst enntá, hvørjum parti av landinum træið stendur í – bara við at hyggja at pyntinum.

Hvat fortelur títt jólatræ um teg? Kanska hongur ein eingil á trænum, sum barn títt einaferð hevur gjørt í barnagarðinum. Tað er óivað skeivt klipt, og man sær kanska enn restir av snorinum, sum pedagogurin so pent royndi at turka. Men tað týdningarmesta er, at tað var ein gáva frá lítla Jógvani til tín. So eingilin slapp eisini upp á træið, og har hevur hann havt sítt fasta pláss síðani. Kanska tú hevur eitt flagg á trænum, so øll síggja, at tú ert Føroyingur við stóra F. Og heilt víst hevur tú sett eina stjørnu á toppin. Mest tí at træið sær løgið og tómt út uttan eina stjørnu, men eisini tí stjørnan á ein serligan hátt minnir okkum um jólini.

LES EISINI  Søgan hjá vertshúseigaranum

Vísir træið, at tú ert kristin?

Men hvat við Jesusi? Er eisini rúm fyri honum á trænum? Tað var jú hann, tann fyrsta jólastjørnan lýsti á fyri nógvum árum síðani.

Nú veit eg ikki, hvussu Jesus sá út, hóast man kann gita sær til, at hann var ísraelitti við langum hári og flottum skeggi. Hóast eg ikki veit, hvussu hann fysiskt sá út, so veit eg kortini eina rúgvu um hann. Bíblian fortelur nevniliga nógv um hann.

Eitt danskt orðatak sigur ”kært barn har mange navne”. Jesubarnið er einki undantak. Eg prøvaði at leita á netinum og fann ein lista við 125 nøvnum og heitum, bíblian nevnir Jesus. Listin er danskur, men við tekst ávísing er lætt at leita eftir orðunum í føroysku bíbliuni. Saman fortelja nøvnini eina rúgvu um tað lítla Jesubarnið, vit hátíðarhalda á jólum. Og við at heingja nøkur av Jesu nøvnum á jólatræið, minnist eg eisini Jesus, tá eg síggi jólatræið.

LES EISINI  Eitt sindur um adventina og kirkjuárið.

Tvey kreativ uppskot

Man kann til dømis gera nøkur smá skeltir úr leðri ella toy og skriva eitt av nøvnunum, ið lýsa Jesus, á. Eg eri vísur í, at ”man” kann, men tíverri ikki eg. Eg klári ikki at tekna eina striku eftir einari linjál, og handskriftin er so ræðulig, at flokslærari mín skeyt upp, at foreldur míni skuldu senda meg til Kina. Hon helt, at tey møguliga høvdu skilt mína handskrift betri har, tí hon skilti hana so ikki. So eg haldi meg bara til telduna og prentaran.

Eg fann tó skjótt útav, at jólakúlurnar als ikki passaðu í pappírskassan í prentaranum, so eg mátti bara biðja dóttrina, Ester hjálpa mær. Hon valdi nøkur at nøvnunum og skrivaði nøvnini á hvør sína kúlu við eini gulltussj. So í ár skulu vit hava Jesus við á jólatræið. Og hervið er hugskotið givið víðari.

Hevur tú eitt hugskot, hvussu jólapynt kann vísa á Kristus ella jólaevangeliið, so minst til at senda hugskotið til Trubodin@mission.fo
Eg vil ynskja tykkum gleðilig jól við Kristusi sum miðpunkt.

Carsten Fonsdal Mikkelsen
Trúboðari.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina