Kreativitetur: Chrismon – prýði til jólatræið við søguligum uppruna

Í 1950unum var Frances Kipps Spencer ørkymlað, um at jólini vóru blivin so handilslig. Materialisman var um at køva jólini. Sjálvt á jólatrænum var tað trupult at síggja, hvat jólini veruliga snúðu seg um. Og júst jólatræið bleiv hjartamálið hjá Frances Kipps Spencer, sum fór í holt við at sniðgeva prýði, sum hevði Jesus í miðdeplinum.

Prýðið hon gjørdi, hevði støði í kendum symbolum uppá Jesus Kristus: fiskinum, krossinum, kalikinum, jødastjørnuni, hirðastavinum og nógvum øðrum symbolum, sum eru blivin brúkt av Jesu fylgjarum í bíbliunnar tíð. Í felag skapa hesi ein mentunararv fyri øll kristin, óansæð hvat trúarsamfelag tey hoyra til. Uppgávan hjá symbolunum er at minna okkum, hvønn einstakan, á hann, sum vit fylgja.

Alt prýðið var gjørt í einari samanseting av gull og hvítum. Hvíti liturin ímyndar Jesu reinleika, og gullið ímyndar at Jesus er kongaligur og Guðs sonur.

Hetta nýggja prýðið nevndi hon Chrismon, sett saman av orðunum “Christ” og “monogram” (við týdninginum symbol). Hon skrásetti tað sum vørumerki, og gav sínari staðbundnu kirkju, Ascension Lutheran Church, hetta vørumerki til ognar. Í hesi somu kirkju prýddi hon fyrsta jólatræið við Chrismon. Nú á døgum hongur upprunaprýðið á jólatrænum. Har hongur tað saman við Chrismon, sum fólk úr øllum heiminum hava gjørt og sent kirkjuni eitt petti av teirra heimagjørda jólaprýði sum tøkk fyri íblásturin.

LES EISINI  Factum est!

Tá kirkjan fekk vørumerkið til ognar var ein treyt sett við: einki jólaprýði undir Chrismon heitinum mátti verða keypt ella selt. Og soleiðis er eisini í dag.

Við Jesus í miðdeplinum

Spencer segði, at eitt jólatræ ikki er liðugt, fyrr enn onkur kemur at hyggja at tí, og hoyrir søguna um Jesus frásagna ígjøgnum prýðið.

Vit gera sjálv av hvussu vit gera Chrismon prýði. Einasta treyt til tilfarið er, at tað skal vera hvítt og gull. Og prýðið skal greiða frá evangeliinum á ein universalan hátt, og so skal tað vera heimagjørt, helst í góðari samveru og altíð framleitt við kærleika!

At lætta um byrjanina hjá tær, fær tú, niðast í greinini, eina einfalda vegleiðing til hvussu tú kann prýða jólatræið hjá tær við Chrismon.

Tú kann eisini vitja heimasíðuna hjá Ascension Lutheran Church, sum hevur fleiri hugskot.

Prýðið, sum verður víst í greinini, hevur Ester Fonsdal Mikkelsen gjørt.

Soleiðis kann tú gera Chrismon prýði

Tilfar:

  • Hvítt filt
  • Kartong
  • Lím, sum verður gjøgnumsigtigt tá ið tað tornar
  • Gull litað tilfar at prýða við: perlur, pípureinsarar, band, bordaband ella okkurt annað tú hevur hug at nýta.
LES EISINI  Silvitni: Up! good christen folk and listen (Ding, dong, ding)

Vegleiðing:

  1. Vel eitt av gomlu symbolunum, sum kristin hava nýtt ígjøgnum tíðirnar

Tú er vælkomin at nýta hesa fyrimyndina, ella fá hugskot á hesari síðuni

  1. Tekna skapið á kartong og klipp tað út.
  2. Legg filtið dupult, tekna skapið og klipp uml. 3mm uttanfyri strikuna, so tú hevur tvey sama slag filt stykkir, sum eru eitt lítið sindur størri enn skapið tú klipti úr kartong.
  3. Líma filtið á báðar síður á kartonginum.
  4. Pynta við ymiskum úr gullið.
  5. Bind band ella trá í, so prýðið kann heingjast á jólatræið.

GG: óansæð hvat tilfar tú velur at nýta, kann tú einans nýta litirnar hvítt og gull.

CFM hevur skrivað / Rósalind Olsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina