Páskaandakt

Páskahátíðin í ár er øðrvísi enn undarfarin ár. Heimurin er raktur av einum, við okkara eygum, ósjónligum virusi, ið broytt hevur heimin. Koronafarsóttin herjar um allan heim við sjúku, deyða, ræðslu og angist.

Sjúkan ger skilnað millum menniskju. Forboð er at savnast í bólkum. Vit eru ístaðin saman í frástøðu. Samfeløg eru farin niður í ferð, lond og býir eru avbyrgd. Summastaðni er útgonguforboð. Og einsemi og ótti lúra undan húsavegginum.

Fyri umleið 2000 árum síðani stríddist ein maður í ótta og einsemi. Hesin persónur valdi sjálvboðin at frásiga sær nýtslu av einum og hvørjum slag av jarðiskum valdi. Hesin persónur er Jesus úr Nasareth. Hesin Jesus lat seg spotta, húðflongja og verða hongur á ein kross, uttan at gera mótstøðu. Hann doyði í einsemi og angist.

Hví lat hann hetta um seg ganga? Hví gjørdi hann ikki mótstøðu?

Tí hann gjørdi hetta fyri teg og meg. Hann livdi eitt lív uttan at gera mistøk. Hann livdi eitt fullkomið lív, tí hann var og er Guds egni sonur, sum lat seg føða í hendan heim, og valdi sjálvboðin at ganga í deyðan, okkara vegna. Fyri at keypa meg og teg leysan frá synd og misgerðum okkara.

Áðrenn hann doyði, segði hann orðini: “Tað er fullgjørt.” Hann gjørdist syndaoffrið, sum eina ferð fyri allar er bót fyri syndir okkara.

Páskamorgun reis hann uppaftur. Gjørdist spilllivandi og livir enn í dag. Sum vit syngja í sanginum:
“Í gjár, í dag, ja, alla tíð, hin sami Jesus er.
Hann hjálpir tær, tá ið tú ert í neyð.
Tá syndabyrðan tyngir teg,
hann kemur tær so nær,
tí hann vil bjarga tær frá synd og deyð.”

Og so í niðurlagnum: “Hann livir, ja, hann livir, kann aldri doyggja meir…..”

Hóast vit merkja einsemi og savnast í frástøðu, so er hann altíð nær. Hjá Jesusi er einki sóttarhald og eingin frástøða. Hann hoyrir og lurtar. Hann sær hvørt tár og hoyrir hvørt róp. Hann heldur eygað við hvørjum smáfugli og sigur við meg og teg: “eg gloymi teg ikki.”

Úr Jesaja 49 lesa vit:

“Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar mega gloyma, men eg gloymi ikki teg. Sí, í mína hond havi eg rist teg, borgargarðr tínir eru mær altíð fyri eyga.”

Syndin ger skilnað millum Guð og menniskja. Men við Jesu deyða og uppreisn er vegurin aftur opin. Hetta er páskaboðskapurin til okkara. Jesus Kristus er frelsari heimsins!

Lat okkum taka undir við sálminum:

“Mín Jesus lat mítt hjarta fá,
ein slíkan hug at tær,
at nátt og dag tú verða má,
ómissandi hjá mær.

Við bøn fyri teimum sjúku, heilsuverki og teimum, ið sett eru at stýra og ráða og við stórum takksemi til heilsu- og røktarstarvsfólk

Gleðiligar páskir

Jan Johannesen