“Pílagrímsferðin” kemur sum teknifilmur í ár

Kristna filmsfelagið Revelation Media er í ferð við at framleiða ein teknifilm, bygdur á kendu bókina “Pílagrímsferðin” eftir John Bunyan. Filmurin verður væntandi liðugur á páskum í ár.

John Bunyan gav bókina út í 1678. Hann varð sjálvur forfylgdur fyri at prædika evangeliið, og hann skrivaði bókina, meðan hann sat fongslaður fyri trúgv sína.

Næst eftir Bíbliuna er Pílagrímsferðin heimsins mest selda bók, skrivar alfrøðibókin Britannica.

– Pílagrímsferðin hevur givið íblástur til kristin at fokusera uppá Gud. Hon er týdd til meira enn 200 mál og er kend um allan heimin. Gjøgnum 340 ár hevur hon ikki verið útseld, sigur Steve Cleary við The Christian Post.

Steve Cleary hevur sjálvur fingið íblástur av prestinum Richard Wurmbrand, sum – eins og John Bunyan – sat fongslaður fyri sína trúgv.

Steve Cleary hevur vitjað forfylgd kristin í 40 londum og hevur har frætt, at mong av teimum, eins og Wurmbrand, hava funnið ugga og troyst við at lesa Pílagrímsferðina.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina