Podas ríkar meg sum kristin og í lívinum sum heild
Ein av bygdunum, har Podas undirvísing er í vetur, er Rituvík. Har er Podas II í kjallaranum í Missiónshúsinum, mikukvøld, frá klokkan 19.30 – 21.30.
Ein av luttakarunum, er Sigurgunn Kjelnes. Hon greiðir soleiðis frá.
-Fyri árum síðani gekk eg til Podas inni í Gøtu, og tá kallaðist undirvísingin“Podas fyri øll”.
Síðsta vetur gekk eg til Podas I, og nú gangi eg til Podas II. Tað er gott at vera við í Podas, tí vit læra nógv um, hvussu gott og neyðugt tað er at vera eitt Guds barn.
-Eg veit ikki rættiliga, hvussu nógv eg fái burturúr, men eg búnist í kristna lívinum og í lívinum sum heild. Ymisk áhugaverd og fjølbroytt evni verða gjøgnumgingin, so tað er avbjóðandi, sigur hon.
– Eg komi longri inn í Guds orð, tí, tá eg arbeiði við orðinum, tá arbeiðir orðið eisini við mær.
Í drekkasteðginum hugna vit okkum saman, og prátið gongur lívliga. Hóast stóran aldursmun, so er felagsskapurin millum næmingarnar góður.
Eg vil viðmæla Podas, tí tað er ein góð íløga í lívið, hóast eg haldi, tað skuldi verið fyrr á kvøldinum, tí eg gerist lin, tá tað líður út á kvøldið, sigur Sigurgunn Kjelnes.