Ring tíðindi fyri kristin í Ukraina

Russiska innrásin í Ukraina eu eisini ring tíðindi fyri kristnu samkomurnar í landinum. Tað vísa royndirnar frá Krim hálvoynni, sum Russland legði undir seg í 2014. Sambært tíðindablaðnum, Christianity Tody, er tað serliga tey protestantisku kristnu í økinum, ið eru vorðin revsað fyri at dyrka trúgv sína.

Eins og aðrastaðni í Russlandi, er Krim hálvoyggin vorðin fevnd av eini lóg, ið ger tað ólógligt at luta gleðiboðskapin við onnur. Hvørja ferð, tey kristnu møtast fyri at syngja og lesa Bíbliuna eru tey í vanda fyri at verða revsað eftir lógini, eins og tað er strangliga bannað at kunna onnur um kirkjuligar stevnur. Í 2021 eru 23 kendir tilburðir, har myndugleikarnir hava lagt uppí hjá teim kristnu. Av hesum havi í minsta lagi 9 persónar úr hvítusunnu, -baptist- og øðrum protestantiskum kirkjuligum felagsskapum fingið bøtur fyri “trúboðanarvirksemi”.

Donbas – staðið har kirkjan líður

Men eisini í ukrainska økinum, Donbas, hava kristin livað eina vandafulla tilveru, síðan russisk-stuðlað uppreistrarfólk í 2014 fingu tamarhald yvir økini Donetsk og Luhansk. Teir pro-russisku separatistarnir hava fingið í lag og gjøgnumført sera ógvusligar avmarkingar á bæði trúar- og talufrælsið.

Fyri at merkja altjóða biðidagin fyri forfylgdu kirkjuna (henda mánaðin) mælir European Evangelical Alliance (EEA) tey evangelisk kristnu til at ganga saman í bøn fyri tí økinum í Evropa, har kirkjan líður mest: Donbas-økinum í eystara partinum av Ukraina. Atsóknirnar eru framdar móti øllum trúarsamfeløgum, ið ikki eru partur av russisk-ortodoksu kirkjuni.

Í Donbas eru nógvar kirkjur ólógligar og samkomurnar kunnu tessvegna ikki møtast, serliga evangelisk og ukrainsk ortodoks.

Heil trúarsamfeløg verða nú flokkað sum víðgongd uttan grundgeving. Nógvar kristnar bókmentir eru bannaðar, íroknað tann russiska synodala umsetingin av Bíbliuni, og hald er lagt á kirkjuhøli og kirkjubygningar við valdsnýtslu, eins og kristna universitetið í Donetsk er hersett av hermonnum.

Í dag er ikki ein einasta evangelisk skrásett kirkja í Luhansk. Hvør einasta umsókn um skráseting er vorðin víst aftur, og umsøkjarnir verða eftirfylgjandi útsettir fyri atsóknir. Rómversk-katólskir og ukrainsk-ortodoksir prestar hava ikki fingið loyvi at venda aftur til økið.

Alt hetta var orsøkin til, at Evangelical Alliance tilnevndi Donbas-økið sum staðið í Evropa, har kirkjan líður mest. Hetta hendi undan einum altjóða biðidegi fyri forfylgd kristin. EA mælti til at savna øll kristin í bøn um undur: – Biðið fyri unduri, friði og vón, vísdóm og verju, frælsi og gleði, og fyri, at góðu tíðindini um Jesus verða sædd og hoyrd.

Tað tilmælið sær nú út til at vera meir umráðandi enn nakrantíð.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina