Sálmur 23,5

Eg má viðganga, at eg altíð havi undrast á, hvat ið hetta pettið í Sálmi 23 merkti. Eg hugsaði ”Tú salvar høvd mítt við olju” (v. 5 V.D.), var myndatala og skuldi boða frá, at Gud varðveitti sálmaskaldið, so hann var sunnur og frískur. Eg visti ikki, at tað eisini hevði ein djypri týdning.

Salvar høvd mítt við olju

”Seyður kann fáa høvdið vavt inn í viltvaksandi rósurunnar, og hann kann doyggja, tá ið hann roynir at sleppa leysur. Tað eru eisini andstyggiligar lítlar flugur, sum dáma at pína og plága seyðin við at verpa víggj (t.e. fluguegg) í nasagluggarnar á honum. Víggini verða til maðkar, og teir tvinga seyðin at berja høvur sítt móti einum kletti. Viðhvørt slær seyðurin seg til deyðis. Oyruni og eyguni verða eisini ávirkað av hesum flogkyktum, sum pína og plága. Hirðin salvar tí alt høvdið á teimum við olju. So er friður. Henda oljan verjir móti tí ondskapi, sum roynir at oyileggja seyðin.

Hvat gert tú?

Eru tað tíðir í tínum lívi, har tú plágast av sálarligari pínu? Ørkymlandi tankar herja á teg aftur og aftur? Slært tú høvdið móti einum veggi fyri at royna at steðga teimum? Hevur tú nakrantíð biðið Gud salva teg við olju? Hann hevur óendaligar nøgdir! Hansara olja verjir og ger tað møguligt hjá tær at festa títt hjarta, tín hug og tíni eygu á Hann (Hirðan, Frelsaran) í dag og altíð! Tað er friður í dalinum! Má okkara góði, góði Faðir salva høvur títt við olju í dag, so at bikar títt flýtur yvir við signingum. Gud er góður, og Hann er trúfastur.
Úr enskum. Effie Campbell umsetti.