Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 7. oktober

Mikudagin 7. oktober hevði høvuðsstýrið fund í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. Millum málini, sum vórðu umrødd, var eftirmeting av fundinum við stýrini og fíggjarstøðan, umframt at tosað varð um stórmøtini 2020 og 2021.

Fundurin við stýrini

9. september var árligi fundurin við stýrini. Hesuferð var fundurin í Meinigheitshúsinum í Havn. Á fundinum vóru fýra punkt, sum vórðu tikin upp til umrøðu.

Fleiri fólk tóku orðið, og høvdu hugskot og viðmerkingar til ymisku punktini. Høvuðsstýrið eftirmetti fundin. Niðurstøðan var, at fundurin eydnaðist væl, og at tað var gott at vera saman við formonnum og forkvinnum í missiónsarbeiðnum. Tilber at lesa frásøgn frá fundinum við stýrini her:

Eftir ætlan verður fundurin við stýrini aftur 8. september 2021.

Fíggjarstøðan

2020 hevur verið merkt av avlýsingum orsaka av covid-19. Hetta hevur eisini havt stóra ávirkan á ársroknskapin hjá Heimamissiónini. Á fundinum umrøddi høvuðsstýrið ársroknskapin fyri fyrstu átta mánaðirnar av árinum. Hesin roknskapur vísir eitt hall á 341.000 kr.

Sum áður kunnað, so vóru nøkur av starvsfólkunum hjá Heimamissiónini í hjálparpakka 1 i nakrar mánaðir. Hetta hjálpti uppá raksturin hetta tíðarskeiðið.

Ein umsókn varð eisini send um stuðul úr hjálparpakka 3, og hendan umsókn er váttað, soleiðis at Heimamissiónin hevur fingið tilsøgn uppá tilsamans 480.000 kr. í stuðli úr hjálparpakka 3. Hetta er ein stór hjálp, og bøtir munandi um samlaði úrslitið fyri ársroknskapin 2020.

Høvuðsstýrið umrøddi eisini fíggjarætlanina fyri 2021. Árið sær út til at verða eitt fíggjarliga avbjóðandi ár. Í hesum sambandi varð eisini tosað um fígging til nýggju trúboðararnar, har uml. 28.000 kr. um mánaðin resta í fyri at fíggja hesi størvini. Tilber at stuðla nýggju trúboðarunum og hinum verkætlanunum hjá Heimamissiónini her.

Heimamissiónin hevur nógvar góðar stuðlar, og uttan hesar stuðlar hevði arbeiðið ikki verið gjørligt.

Tað ber eisini til at lata eina gávu til Heimamissiónina við at flyta pengar á hesar kontur:

BankNordik: 6460-151.376.3
Betri Banki: 9181-497.550.4
Norðoya Sparikassi: 9865-103.429.9
Suðuroya Sparikassi: 9870-100.284.9

Stórmøtini og ársmøtið 2020 og 2021:

Eftir ætlan skuldu stórmøtini vera í høllini á Skála í vikuskiftinum 6. – 8. november. Orsaka av støðuni við covid-19 letur hetta seg ikki gera, og tí varð fyrr í ár avgjørt, at stórmøtini ikki vera í høllini á Skála. Ístaðin verða møtini stroymd úr Nesvík og út á Trúboðan og facebook.

Við korona tilmælunum í huga ber eisini til at samlast heima ella í missóns- og meinigheitshúsunum kring landið til stórmøti, og soleiðis vera partur av felagsskapinum.

Leygardagin 7. november verða formansfrágreiðingin og arbeiðsfrágreiðingin eisini sendar.

Ársroknskapurin fyri 2019 er lagdur út. Hann kann lesast her: www.mission.fo/

Eftir ætlan skulu stórmøtini næsta ár vera í Vágum. Høvuðsstýrið tók avgerð um, at av tí at stórmøtini á Skála vóru av ongum í ár, so vera stórmøtini 2021 flutt í høllina á Skála.

Ársmøtið 2021 verður eftir ætlan í Nesvík leygardagin 20. mars.