Samkomur vitjaðu hvønn annan til samkirkjudagar
Eyka stólar máttu setast upp. Ja, fólk sótu heilt úti í gongini, tá missiónshúsið í Skopun Kristi Himmalferðardag legði hølir til fyrsta steðgistaðið á samkirkjuvitjan í samband við samkirkjudagar Sandoynni.
Samkirkjuvitjan var eitt tiltak, har fólk ígjøgnum eitt kvøld vitjaðu missiónshúsið, kirkjuna og Húsið Vón. Í hvørjum stað varð stegðað í 30 minuttir, har sangir vórðu sungnir, sum vóru partur av sangtraditiónini í vitjaðu samkomunu. Síðan gekk fólkið víðari til næsta steðgistað, og her spældi hornorkestrið hjá Frelsunarherinum undir gongutúrinum.
Í missiónshúsinum varð eitt lítið úrval av gomlum vekingarsangum sungnir, og Jógvan Lamhauge greiddi frá um missiónssøguna í bygdini, og hvussu alt byrjaði við einum bólki av kvinnum, ið samlaðist til bøn.
Í Skopunnar kirkju hevði presturin Havstein Klein lagt til rættis eina skrá við nøkrum sálmum frá 4. øld og fram til okkara tíð. Jón Rói Høgnesen og Kristian Jacobsen framførdu tveir sangir uttan tónleik og í serskildum føroyskum stíli, ið varð brúktur nógv fyrr.
Seinni varð vitjað í hvítusunnusamkomuni Húsið Vón. Her greiddi Ester Mohr frá, hvussu grundin varð løgd fyri arbeiðinum eftir hvítusunnuvekingina í Skopun. Hetta var spennandi at lurta eftir, og áhoyrarar livdu seg inn í frágreiðingarnar um, hvussu Gud aftur og aftur greip inn og leiddi menniskju eftir tí leið, sum hann hevði lagt teimum til rættis at ganga eftir. Hóast tað bert var ein skjót gjøgnumgongd av nøkrum av mest týðandi vitnisburðunum, vóru so nógvar signingar at fortelja um, at tá hálvi tímin varð farin, høvdu vit bert sungið 3-4 sangir.
Rundferðin í samkomulívinum í Skopun vísti á eitt fjølbroytni av signingum og sangsiðvenjum. Áhoyrararnir fingu eina stutta uppliving av søguni í ymsu samkomunum, sum við teirra ymisleika tó hava tað til felags, at bønin og sangurin hevur spælt ein týðandi leiklut. Hann, sum hoyrir bønirnar – bæði tær søgdu og sungnu – kann lata alt henda.