Sangevangelistar í hálva øld
Í hálva øld hava tær ferðast við gittarum sínum um alt landið við einføldum sangum og einum greiðum frelsuboðskapi.
Í vikuskiftinum kundu tær báðar, Marit Stokken Berland (70) og Irene Krokeide Alnes (71), hátíðarhalda 50 ár sum sangevangelistar í Noregi. Saman hava tær ferðast úr bygd og bý síðani 1974 við gleðiboðskapinum um frelsu í Jesusi Kristi.
Sigur tú Marit og Irene, so vita tey flestu hvønn tú meinar við. Í hvussu er innan missiónsarbeiðið í Noregi og kanska eisini millum eldra ættarliðið her í Føroyum.
– Tað er stórt, at 50 ár eru liðin, sigur Marit Stokken Berland, og vit kenna okkum takksamar og vælsignaðar í kallinum fyri missiónina. At tæna Jesusi er ein framíhjárættur, sum veruliga er gleðiligur. Summi halda, at tað at vera við í arbeiðinum í Guds ríki er strævið og tungt, men vit hava upplivað, at tað er ein gleði, sigur Marit.
Byrjanin
Áðrenn tær báðar fóru á sína fyrstu ferð saman, kendu tær ikki hvørja aðra. Tað var aðalskrivarin Birger Aadland í tí, sum tá varð kallað Vestlandsk Indremissiónsfelag, nú bara Indremissiónsfelagið, sum kallaði tær báðar í tænastu sum sangevangelistar.
Fyrsta møtirøðin, tær vóru til, var í Øygarden vestan fyri Bergen. Tær sungu teir góðu gomlu missiónssangirnar og høvdu tvær stuttar andaktir. Longu tá var veking á hesi fyrstu møtirøðini. Tá vóru tær blaðungar 20 og 21 ára gamlar. – Gud var við og gjørdi sín gerning, minnist Irene við gleði.
Vekingar
Øll hesi 50 árini, tær hava sungið og vitnað um Jesus, hava tær upplivað smærri og størri vekingar, bæði á stórum møtirøðum og á heilt smáum plássum ymsastaðni kring landið.
– Vit brenna sera nógv fyri, at møtivikan ella missiónsvikan ikki má enda. Í sjeytiárunum varð sagt, at teir gomlu vekingaprædikantarnir ferðaðust til bygdina og vóru har, til vekingin kom. At koma saman í fleiri dagar ger nakað við okkum. Soleiðis upplivdu vit tað mangan. Guds andi var til staðar, og bygdin varð umskapað.
– Sangvalið og innihaldið í tekstinum hevði stóran týdning. Guds máttur virkaði gjøgnum sangin og tónleikin, sigur Irene.
– Tá ið vit lurta eftir sangunum, sum vórðu brúktir undir vekingini í Vigeland fyri stuttum, so snúgva teir seg júst um bøn, Jesu frelsuverk, Jesu afturkomu og kallið um at taka ímóti og geva seg yvir til Gud. Tá nóg mikið av kraft er í sanginum, og boðskapurin er salvaður av Harranum, kann tað umskapa eitt samfelag, heldur Irene.
Tær hava ongar ætlanir um at gevast í tænastuni, men vilja halda áfram at syngja og vitna um Jesus, so leingi sum lív og heilsa er.
Í sambandi við 50 ára hátíðarhaldið, var stór konsert í Stórsalinum í Oslo farna vikuskiftið.
Eg minnist
Fyrstu ferð, undirritaði sá og hoyrdi Marit og Irene syngja og vitna, var á einum norðurlendskum missiónsfundi (NIR) á Bildoy í Noregi í 1990. Eg minnist, sum var tað í gjár, hvussu stóra ávirkan sangirnir høvdu á meg og onnur. Tað var ein serlig løta, har Guds Andi talaði gjøgnum sangirnar, tær sungu.
Síðani tá havi eg fylgt teimum, og enn gleðist eg um og takki fyri teirra greiða boðskap og gudgivnu sangrøddir.
Ásbjørn Jacobsen