Sangfagnaður: Tilmeldingin letur upp kl 18

Árligi sangfagnaðurin verður 15. – 17.oktober, og í kvøld kl 18 ber til melda til.

Men tað ræður um at verða skjótur, tí seinastu árini hevur verið fult teknað eftir nakrar minuttir.

Tilmeldingin fer fram á mission.fo

Á skrivstovuni í Nesvík er fyriskiparin, Jóhan Hansen, til reiðar at taka ímóti tilmeldingunum seinni í dag.

LES EISINI  Sangfagnaðurin 2019 nærkast – tilmeldingin letur upp næsta fríggjakvøld