Sangfagnaðurin 2020 avlýstur

Korona hevur av álvara sett síni spor í barna- og familjuarbeiðið hjá Heimamissiónini. Fyrst vóru allar summarlegurnar avlýstar, og nú er avgjørt at avlýsa Sangfagnaðin 2020, sum eftir ætlan skuldi verða 16.-18. oktober.

Erla Mortensen, ið er samskipari í barna- og familjuøkinum, sigur at hon harmast um at fleiri 100 børn ikki eru sloppin á legu í summar og nú heldur ikki seleppa til sangfagnaðin.

– Vit er sera hørm um støðuna, tí Sangfagnaðurin er legan, sum er fullteknað eftir bert fáar minuttir og hevur langan bíðilista. Tað er so rørandi at hoyra børnini syngja til konsertirnar. Tey strála og megna við teirra røddum og kroppi at bera boðskapin um Jesus út til okkum. Sangfagnaðurin er eitt heilt serligt tiltak, sum øll elska at vera við til og tað ger tað so lætt og gleðiligt at samskipa.

Endamálið við sangfagnaðinum er at stimbra um barnasangin og barnakórini. At læra tey sangir um Jesus. Soleiðis eisini vaksa um sangskattin hjá okkum og læra nógvar nýggjar og góðar sangir. Tí sangurin steðgar ikki, tá konsertirnar eru av, tí børnini syngja teir allastaðni og klára ikki at lata vera. Tað smittar og er við til at sáða og bera ávøkstur, sigur Erla.

LES EISINI  Konsertummæli: Barnasangfagnaðurin 2019

Vælumtókta tiltakið, sum savnar nógvar luttakarar og eisini sera nógvar áhoyrarar til konsertirnar, hevur annars fimm ár á baki, og tí var ætlanin at gera sera nógv burturúr í ár.

–  Vit gleða okkum at bjóða børnunum til eitt brak av einum sangfagnaði í 2021, sigur Erla  at enda.

Sangfagnaðurin 2021 verður 15. – 17.oktober.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina