Sangfagnaðurin fultteknaður eftir lítlari løtu

Ein tími og 23 minuttir. So skjótt gekk tað til tað var fultteknað til ársins sangfagnað í Nesvík, sum verður vikuskifti 15. – 17.okt.

– Tað er ordiliga stuttligt, at tað er so stórur áhugi fyri sangfagnaðinum. Hetta er triðu ferð á rað at tað fultteknað eftir lítlari løtu. Fyrireikingarnar ganga væl, men nú fer ordilig ferð at koma á, soleiðis at vit kunnu geva hesum børnunum ein fantastiskan sangfagnað, sigur Jóhan Hansen, sum er ráðgevi innan barna- og familljuøkið hjá Heimamissiónini.

Jóhan leggur afturat, at tað framvegis er møguligt at skriva seg á bíðilista. Tað kanst tú gera HER

LES EISINI  SANGFAGNAÐUR 2022  
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina