SAT7: Kvinnur í Iran tæna Gudi frá húskirkjum til fangahús.

Tá 13 kristin fólk nýliga vórðu handtikin og sett í fongsul í trimum ymiskum býum í Iran, vóru minst fýra kvinnur ímillum teirra.

Hóast kvinnur í Iran hava týdningarmikla ávirkan á stjórnina, so verða hesar eisini hóttar við fongsulsrevsing. Mojdeh, sum sat 40 dagar handan rimarnar í iranskum fongsli, stimbrar Sat7-pars hyggjarum, við at siga frá, hvussu ítøkiliga Guds nærvera helt henni uppi.

– Eg gjørdi tænastu í einari húskirkju í Iran, sigur Mojdeh frá og heldur á fram, einar tvær ferðir um mánaðin gekk eg til Teheran fyri at luttaka á fundum fyri húskirkjuleiðarum.

Sjálvt um fólk ikki gevur sær far um tað, so er tað ikki óvanligt í Iran, at kvinnur, sum Mojdeh, eru partar av landsins leiðslu. Sjálvt um leikluturin hjá kvinnum í familjuni og í tí almenna rúminum er sera avmarkaður, so hava tær stóran týdning og ávirkan á húskirkjurnar. Ofta gerast tær leiðarar og bønarleiðarar. Nógvir vitnisburðar, sum Sat7-pars tekur ímóti, vísa, at kvinnan hevur stóra ávirkan á mannin, børn, systkin og foreldur.

– Kvinnur eru tann biðjandi ryggurin í kirkjuni undir jørð, sigur Panayiotis Keenan, fyrisitingarstóri fyri Sat7-pars. – Vit hava verið vitni til seinastu málini, har kvinnur trúgvar bóðu fyri sínum harðrendu monnum, sum fylgjandi valdu at fylgja Jesusi. Vit hava sæð, hvussu ein dóttir lutaði gleðiboðskapin við pápa sín, sum síðani valdi at taka við trúgv á Jesus og fylgja honum. Seinni kom eisini mamman til trúgv.

Við at tæna sínari familju, lokalsamfelagnum og húskirkjuni, vitna kvinnurnar um Kristi kærleika – og nakrar, sum Mojdeh, eru eisini kallaðar til at fara við honum í fongsul.

LES EISINI  Prestur og 16 kirkjulimir rænd í Nigeria

Handtikin og fongslað.

– Seinastu ferð eg fór til Teheran, var eg sera móð orsaka av nógvum arbeiði og gjørdi av at fara fyrr heim enn ætlað og at yvirnátta hjá einum vini á vegnum heim, minnist Mojdeh. Tað var á hesum túri, at hon bleiv handtikin í heiminum hjá mammuni hjá vini hennara.

– Klokkan var um nýggju, og øll svóvu, tá fýra ella fimm mans og ein kvinna brutu seg inn í rúmið. Eg vaknaði við at hesi fremmandu stóðu uppi yvir mær og bóðu meg syrgja fyri at lata meg í mítt hijab. Hetta kendist heilt óverðuligt, sum spældi eg við í einum filmi. Eg bað tey um at fara út, so eg fekk vaskað mær og latið meg í klæðir, men tað vildu tey ikki, eg skuldi bara skunda mær at lata meg í  so skjótt sum gjørligt og síðan fylgja við teimum. Eg spurdi, hvar tey fóru við mær og maðurin svaraði: ”Vit hava eini handtøkuboð, og tú finnur útav, hvar vit fara, tá vit koma fram.”

Merkt av strongd av at vakna upp til henda ruðuleika, gjørdi Mojdeh av at fylgja boðum, tó ikki fyrr enn hon hevði sæð handtøkuboðini.

– Eg spurdi heryvirmannin, hví eg bleiv handtikin, og hann svaraði: ”Veitst tú ikki tað? Tú veitst, hvat tú hevur gjørt. Ert tú ikki ein kristin?” Eg svaraði “jú, tað eri eg”. – Teir førdu falska ákæru ímóti okkum um virksemi ímóti trygdini hjá einaræðisstýrinum Islamistiska Lýðveldinum. Men tann veruliga orøkin til handtøkuna, var okkara trúgv á Jesus Kristus. Eg bleiv ákærd fyri nógv undarligt, men eisini fyri at vera ein evangelisk kristin, greiðir Mojdeh frá.

LES EISINI  Annar jóladagur: Uttan kross, eingin krúna

Lívið handan rimar

Lívið hjá Mojdeh í fongslinum var ógvuliga hart. – Eg bleiv førd til Lakan fongslið í Rasht, sigur hon. – Tað eru serlig fongsul, har tú verður sendur, um mynduleikarnir ynskja at gera lív títt trupult. Har sita fangar á deyðsgongini, fangar, sum bíða eftir at verða fluttir í innanlanda útlegd, og tey, sum eru dømd fyri skøkjulevna ella álvarsom brotsverk – so sum morð.

– Felags baðirúmini vóru ræðuliga skitin, og vit fingu bert 5 minuttir til eitt brúsubað. Eg havi altíð kent meg sárbaran og ótryggan. Klokkan 6:30 vórðu vit vakt hvønn morgun og óansæð veður, vórðu vit noydd út í lítla garðin at gera venjingar og at syngja kollveltandi sangir. Eisini máttu vit vaska vesini, sum var ein ræðulig uppliving, sigur hon.

Guds hjávera og signingar

Nøkur av teimum sárastu minnunum, Mojdeh hevur, eru í samband við avhoyringarnar. Hvørja ferð hon bleiv avhoyrd í trygdarbygninginum, eina bilferð frá sjálvum fongslinum, bleiv hon kropskannað aftur, tá hon kom til fongslið. – Tað var so niðurgerandi og eyðmýkjandi, sigur hon. – Einaferð eg bæði var kropskannað í trygdarhúsinum og aftur í fonslinum, bleiv hetta ov nógv fyri meg, og eg brast útúr at gráta. Eg græt so hart, at fólk komu út fyri at vita, hvat var áfatt. Eg segði, at tey niðurgjørdu og eyðamýktu meg fyri onki, hvørki brotsverk ella annað ólógligt, men at tað bara var orsaka av míni kristnu trúgv, at eg varð sett í fongsul. Sjálvt fangavørðurin táraði.

LES EISINI  Gamla konan, sum einki megnaði

Men ígjøgnum alt hettar, sum hon mátti fara ígjøgnum, helt trúgvin á Jesus henni uppi.

– Tá eg kom inn í fongslið, bleiv eg ovfarin av kensluni av angist, ótta og ótryggleika. Har vóru avbjóðingar, sum eg ikki var von við og bleiv við at hugsa um, hvat mundi fara at henda í rættinum, og hvussu leingi eg skuldi sita í fongsli, sigur Mojdeh. – Men hvønn minutt á hvørjum degi varnaðist eg Guds ítøkiligu nærveru. Eg kendi á mær Guds náði, trúfesti og kærleiksfullu hjáveru, óansæð, hvar eg var; til avhoyringar, í avbyrging, ella í garðinum. Eg brúkti nógva tíð at hugsa og biðja, serliga tá eg var úti í garðinum. Eg slapp ikki at hava eina bíbliu, men eg lutaði gleðiboðskapin um Jesus Kristus við nógv menniskju.

Mojdeh heitir á okkum um forbønir fyri teimum monnum og kvinnum, sum vórðu handtikin 30. juni í ár og sett í fongsul av somu orsøk sum hon. Bið um at hesi eisini mugu kenna Guds nærveru, tá teir myrku dagarnir møta teimum.

Bið eisini fyri teimum mongu húskirkjunum, at tey vera stimbraði av vitnisburðinum hjá Mojdeh, og at Gud framhaldandi vil brúka menn og kvinnur til at broyta lív rundan um tey.

Leystliga umsett
Av trygdarávum eru nøvn broytt.
Sat7-pars sendir á persiskum máli, farsi, og røkkur fólki í Iran, Afghanistan og Tajikistan.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina