Prestur kendi seg vónbrotnan í turkiskum fongsli

Í tvey ár sat amerikanski presturin Andrew Brunson í fongsli í Turkalandi. Tað fyrra árið kendi hann seg vónbrotnan.
– Hevði eg verið komin úr fongslinum aftaná tað fyrra árið, hevði eg ligið á gólvinum í fosturlegu, sigur Andrew Brunson.
Amerikanski presturin kundi roknað við 35 ára fongsulsrevsing; hann var skuldsettur og ákærdur fyri njósning og fyri at stuðla yvirgangi.

Ivaðist í Gudi

Í rættinum 12. oktober í ár vórðu fleiri vitnisfrágreiðingar tiknar aftur, ákæran varð munandi stytt, og Brunson varð latin leysur. Tá hevði hann sitið í húsavarðhaldi í slakar tveir mánaðir. Sama kvøldið settu hann og konan Norine seg í flogfarið og flugu aftur til USA.
Stefanus-felagsskapurin hitti Andrew og Norine Brunson í Izmir í Turkalandi, beint áðrenn tey fóru aftur til USA, 25 ár aftaná at tey byrjaðu sítt virksemi í Turkalandi.

– At sita í fongsli var nógv, nógv meira enn tað, eg megnaði. Tað fyrra árið var eg vónbrotin, og eg ivaðist í Gudi. Eftir at eg hevði lisið frásagnir um fólk, sum hava verið fongslað, hevði eg ta fatan, at tað var ein stór gleði at líða fyri Kristus, og at tey upplivdu Guds nærveru hvønn dag. Soleiðis kendi eg tað ikki, sigur Andrew Brunson.

Kendi ikki Guds nærveru

– Vit hava mangan kent, at Gud hevur verið okkum nær. Men í fongslinum varð eg skelkaður av, at eg ikki upplivdi Guds nærveru. Nakrar ferðir helt eg, at Gud tosaði við meg gjøgnum dreymar, men tað hendi einki. Og hetta var eitt vónbrot fyri meg, sigur hann.
Men tað seinna árið byrjaði Gud at byggja hann uppaftur, greiðir Brunson frá.
– Eg byrjaði at goyma allar spurningarnar, sum eg ikki fekk svaraðar, inni í einum upphugsaðum skápi, sum eg læsti. Bara Gud og eg kundu lata tað upp. Eg segði við Gud, at tann dagin eg standi frammanfyri tær, vil eg ikki vera til skammar, sigur Brunson og leggur afturat:
– Eg fari at spyrja Gud: “Tá ið tú royndi meg, sveik eg? Gjørdi eg alt, sum eg kundi fyri teg? Var tað meira, eg kundi gjørt? Eg vil tæna tær, eisini í fongsli. Eg vil tæna tær Gud, ikki bara við mínum kenslum, men við mínum vilja”.

LES EISINI  “Guds gísli” skrivar bók um trúarkreppu sína

“Tað er líðing”

Brunson sigur, at hann tað seinna árið í fongslinum byrjaði at uppliva ta náði, sum hevði verið ósjónlig fyri honum tað fyrra árið.
– Tað kann av og á vera torførari at liva fyri Jesus enn at doyggja fyri Jesus. Men Gud hjálpti mær ígjøgnum tað. Fólk mugu fyrireika seg meira til forfylging. Mamma mín segði: “Í 2000 ár hava fólk liðið fyri Jesus. Nú er tað tín túrur”. Eg græt og svaraði: “Tað er ræðuligt og pínufult”. Hon svaraði: “Sjálvandi er tað hart. Tað er líðing”.

 

Kelda: KPK

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina