Døtur Asia Bibi hava leitað sær friðskjól í Kanada

Í gjár frættist, at hægstirættur í Pakistan sýtti fyri at taka málið móti 54 ára gomlu katólsku kvinnuni Asia Bibi upp aftur og staðfesti harvið, at hon er fríkend og kann fara úr landinum. Alt bendir á, at Bibi fær friðskjól í Kanada, og fleiri tíðindastovur siga, at tvær døtur hennara longu eru komnar til Kanada. Men hóttanirnar um hevnd fylgja við teimum.

Eftir eitt kegl við muslimskar kvinnur í bygdini dømdi ein imamur á staðnum Asia Bibi til deyða fyri gudsspottan í 2010. Hon sat meira enn átta ár í fongsli, áðrenn hægstirættur fríkendi hana í oktober í fjør. Fríkenningin elvdi til ófrið, og eftir nakrar dagar boygdi forsætisráðharrin, Imran Khan, seg og loyvdi, at tey, ið ákærdu hana, kundu kæra avgerðina hjá hægstarætti til nýggja viðgerð. Hesar mánaðirnar hevur Bibi og familja hennara fjalt seg á ókendum staði ella støðum, av ótta fyri atsóknum.

Men í gjár vísti hægstirættur so frá sær at taka málið uppaftur. Avgerðin bygdi á, at alt fór rætt fram, tá Bibi varð fríkend, og hægstarættarforsetin Asif Saeed Khosa boðaði eisini frá, at í einum og hvørjum øðrum máli, sum ikki var so viðkvæmt, hevði hann ákært vitnini fyri rangar vitnisfrágreiðingar og sent tey í fongsul. – Tað bleiv logið, og frágreiðingarnar samsvaraðu ikki. Men vit døma ikki til deyða bygt á rangar vitnisfrágreiðingar, segði hann sambært Reuters.

LES EISINI  Víðgongdir hinduarar neyðtóku fýra ára gamla gentu, tí pápin vildi ikki gevast við at boða gleðiboðskapin

AFP endurgav ein ónavngivnan vin hjá Bibi, sum segði, at hon sjálvandi var ovurfegin, tá hon fekk boðini. – Eg eri veruliga takksom. Eftir níggju ár er tað nú váttað, at eg eri fræls, og eg sleppi at klemma døtur mínar, skal Bibi hava sagt.

Longu í síðsta mánaði vórðu tvær døtur Bibi fluttar til Kanada av trygdarávum, og nú verður væntað, at mamma teirra endiliga sleppur aftaná teimum. Diplomatiskar keldur siga, at Kanada er sinnað at geva teimum friðskjól.

Í Pakistan verður ikki mett, at Bibi og familja hennara kann liva í trygdum. Bæði átrúnaðarligir bólkar og egna bygdafólk teirra krevja framvegis, at hon verður hongd. Síðani fríkenningina hava víðgongdir muslimar gingið húsagongd og leitað eftir teimum. Tí hevur Bibi í roynd og veru eisini verið í einum slagi av varðhaldi síðani fríkenningina. Nakrir av høvuðsleiðarunum aftanfyri mótmælini móti fríkenningini hava tó eisini verðið hildnir í varðhaldi seinastu tíðina.

LES EISINI  Í dag verður World Watch List lagdur fram. Tú kanst fylgja við her

Deyðahóttanirnar móti Bibi eru ikki sleptar. Bert fá mótmælisfólk vóru uttanfyri hægstarætt í gjár, men víðgongdi flokkurin TLP skal hava hótt við “eini atsókn, sum allur heimurin fer at síggja”. AFP endurgevur ein islamiskan aktivist uttanfyri hægstarætt, Hafiz Ehtisham Ahmed, fyri at siga: – Um hon rýmir, búgva so ikki eisini muslimar har? Um hon rýmir úr Pakistan… øll kunnu drepa hana.

Verjin hjá Bibi, Saif ul Malook, hevur fjalt seg uttanlands vegna deyðshóttanir, men luttók á rættarfundinum í gjár. Eftir endaligu avgerðina segði hann, at hetta var ein sigur fyri grundlógina og rættarskipanina í Pakistan.

Fleiri mannarættindafelagsskapir frøddust um avgerðina í gjár, men ein teirra, Release Partners, sum hevur eina deild í Pakistan, gjørdi vart við, at mong onnur hava sama trupulleika sum Bibi. – 218 onnur kristin eru ákærd fyri gudsspottan, segði stjórin Paul Robinson sambært Christian Today. – Í hesum málinum hevur hægstirættur avdúkað tað, sum vit hava sagt í mong ár, at ákærur um gudsspottan kunnu vera óreinar lygnir, sum verða nýttar sum hevnd. Nú má okkurt gerast við hesi málini um gudsspottan og við lógina.

LES EISINI  Neyðhjálparinnsavningin til Sri Lanka gongur væl – freistin er longd til 21. mai

Sambært felagsskapinum Open Doors, sum virkar fyri forfylgdum kristnum um allan heim, eru umleið fýra milliónir kristin í Pakistan ofta fyri mismuni, harðligum álopum og drápum, og landið liggur ovarlaga á listanum yvir tey lond, har tað er vandamest at vera kristin.

 

Keldur: The Telegraph og Kristeligt Dagblad

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina