Sjómanskvinnuringurin á Toftum 80 ár
Í 1917 byrjaði missiónsarbeiðið á Toftum, tá nakrar ungar gentur byrjaðu at koma saman at syngja, lesa í Bíbliuni, biðja og at binda. Hesi møti vórðu rópt “bindimøti” og vóru mitt í viku. Seinni varð arbeiðið víðkað til sunnukvøldsmøtir, sunnudagsskúla, bíbliutímar og annað, og menninir komu við í arbeiðið, sum tá varð flutt í skúlan. Bindimøtini byrjaðu í einum heimi og vórðu seinni flutt í skúlan. Tá missiónshúsið varð vígt 13. februar í 1939, varð alt missiónsarbeiðið flutt í missiónshúsið, eisini bindumøtini.
Bindimøtið gerst eisini SKA-møtir
14. apríl í 1939 var trúboðarin hjá “Indre Missión” í Føroyum, Alfred Petersen, og hevði møti í tá spildurnýggja missiónshúsinum Tabor á Toftum. Hann tosaði eisini um arbeiðið hjá Føroysku Sjómansmissiónini í Íslandi og í Grønlandi. Alfred tosaði tá við leiðsluna fyri bindimøtini, um tær kundu stovna ein sjómanskvinnuring, sum kundi stuðla arbeiðnum hjá sjómansmissiónini fíggjarliga og við forbøn. Bindimøtini høvdu inntil tá mest verið til persónliga andaliga uppbygging, til at stuðla missiónsarbeiðinum í bygdini og at byggja missiónshúsið. Kvinnurnar játtaðu tá, at sjómanskvinnuringurin skuldi gerast ein partur av bindimøtunum, soleiðis at fýra ferð árliga skuldi bindimøtið kallast SKA-møti (sjómansmissiónsins kvinnuliga arbeiði).
14. mai í 1939 skrivaðu Sanna Hansen (Sanna á Forð), sum var forkvinna, og Sigrid Johannesen, sum var skrivari/kassameistari, undir eina reglugerð í fimm punktum. Í reglugerðini stóð millum annað, at limirnir stuðlaðu sjómansmissiónini fíggjarliga. Alfred Petersen skrivaði undir fyri sjómansmissiónina. Sostatt hava bindimøtini og sjómanskvinnuringurin gingið hond í hond øll hesi áttati árini, og gera tað enn.
Stórt og fjølbroytt arbeiði
Á bindi-/SKA-møtunum var skráin stórt sæð tann sama. Kvinnurnar sungu, bóðu og høvdu andakt. Drekkamunnur var eisini á skránni, meðan tær hugnaðu sær við ymiskum hondarbeiði. Lisið var úr góðum bókum, ella onkur segði frá onkrum upplivilsi. Kvøldini endaðu eisini við andakt, bøn og sangi.
Til SKA-møtini komu ofta fleiri kvinnur, og tá vóru eisini fleiri køkur á borðinum enn til vanligu bindimøtini. Bindimøtið/sjómanskvinnuringurin kom saman hvørt týskvøld klokkan 20 frá september til mai, og skráin var nærum tann sama í áratíggju.
Sjómanskvinnuringurin hevur av og á vitjað aðrar ringar, og aðrir ringar hava vitjað tann á Toftum. Umframt at stuðla missiónsarbeiðnum á Toftum, byggingini av missiónshúsunum, sum vórðu vígd í ávikavist 1939 og 1994, so hevur sjómanskvinnuringurin eisini stuðlað sjómansmissiónini við forbøn, fíggjarligum stuðli og gjørt jólapakkar til sjófólkið. Í fleiri ár hava útferðir verðið gjørdar áðrenn summarsteðgin.
Leiðslurnar
1939 – 1965: Sanna Hansen, forkvinna, og Sigrid Johannesen, skrivari/kassameistari.
1965 – 1989: Lena Joensen, forkvinna, og Mary Joensen, skrivari/kassameistari.
1989 – 2008: Ingrid Hansen, forkvinna, og Krista magnussen, skrivari/kassameistari.
2008 – 2018: Hallbjørg Hammer, forkvinna.
2018 – : Joanna Hansen, forkvinna.
Nevnast kann eisini, at tær, sum hava staðið fyri, hava eisini fingið góða hjálp frá øðrum kvinnum í ringinum, soleiðis at andaktin, drekkað og annað varð býtt út á fleiri.
Sjómanskvinnuringurin er virkin enn, og millum 10 og 20 kvinnur koma saman. Ringurin er nú farin í summarfrí og byrjar aftur í september. Allar kvinnur eru vælkomnar í ringin, sigur Joanna Hansen.
80 ára føðingardagur
Hóast sjómanskvinnuringurin er komin saman í missiónshúsinum síðani mai 1939, so verður áttatiárahaldið á Vesturskini. Grundin er tann, at fleiri kvinnur, sum hava verið virknar í ringinum gjøgnum áratíggju, ja, ein frá byrjan av, búgva á Vesturskini.
Hátíðarmøtið og føðingardagurin verður á Sambýlinum Vesturskini á Toftum sunnudagin 19. mai klokkan 17, har øll eru vælkomin. Á skránni verður sangur, andakt, frágreiðing, heilsanir og góður drekkamunnur. Øll eru vælkomin.
Møtið, sum vanliga er klokkan 18 í Tabor, verður við hesum flutt oman í Vesturskin og byrjar klokkan 17.