Skalt tú lesa bachelor í gudfrøði og missión í Aarhus?

Frá í summar bjóðar Meinigheitsfakultetið í Aarhus eina gudfrøðiliga bachelorútbúgving í samstarvi við norska útbúgvingarstovnin Fjellhaug International University College (FIUC). Útbúgvingin tekur trý ár, og umsóknarfreistin er longu 1. juli.

Tað er Fjellhaug, sum stendur fyri útbúgvingini, men ein nýggj deild er sett á stovn til endamálið í hølunum hjá Menighedsfakultet í Aarhus, og lærararnir hjá Meinigheitsfakultetinum standa fyri frálæruni.

Trý ella fýra ár

Norska bachelorútbúgvingin í gudfrøði og missión tekur trý ár. Omaná tað bjóðar Meinigheitsfakultetið eitt ára ískoyti við eini røð av støkum lærugreinum, so at næmingarnir hava møguleika at fáa eina samlaða fýra ára langa gudfrøðiliga útbúgving. Henda svarar til eina danska bachelorútbúgving í gudfrøði.

Yvirlit yvir lærugreinarnar fyrstu trý árini

Eftir tey fýra árini hevur ein møguleika at søkja um at lesa gudfrøði á donsku universitetunum og á tann hátt fáa eina gudfrøðiútbúgving á donskum kandidatstigi. Tann, ið ætlar sær at gera prestur, skal síðani taka pastoralseminarum.

LES EISINI  Hevur tú hug at lesa gudfrøði?

Aðrir møguleikar eru eisini. Hevur ein ta trý ára longu útbúgvingina, kann ein søkja um starv í kirkju og missión ella søkja um upptøku til norskan master í gudfrøði.

Her fæst meira at vita um ymisku lærugreinarnar, møguleikarnar eftir lesnað og alt tað praktiska. Ein kann eisini seta seg í samband við Brian Kærslund Hansen, lestrarsamskipara á tel +45 7356 1248 ella bkh@teologi.dk

Hvussu er so at lesa á Meinigheitsfakultetinum?

Í MF-blaðnum í mars søgdu fimm lesandi sína hugsan um, hvussu tað er at lesa á Meinigheitsfakultetinum; trýst her og blaða til síðu 10-11.

Eisini eru fimm filmsbrot her, har lesandi siga frá, hvat tey halda um at lesa á Meinigheitsfakultetinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina