Snildfonir gera okkum býtt …

Norskur mannfrøðingur rópar varskó í nýggjari bók: Snildfonir ger okkum býtt og minni sosial.

Talgild mentan. Vit missa í dýpdini, tá vit gerast meira bundin at snildfonum. Tí hevur tað sera stóran týdning at vera saman fysiskt og at fordjúpa seg í eina bók, heldur norski mannfrøðingurin, Thomas Hylland Eriksen, sum hevur skrivað bókina ”Appernes planet”, sum júst er komin út á donskum.

“Hóast tað er hugnaligt at tosa við teg umvegis Zoom, so hevði okkara samrøða verið øðrvísi, um vit sótu við eitt caféborð, sjálvt um vit søgdu júst tað sama, tí kropsmálið og minnini missa vit burtur,” vísir Thomas Hylland Erikson á.

Hann heldur, at talgildni bundinskapurin versnaði ógvusligt undir farsóttini og nú hinumegin stongsul og avmarking hava vit ikki lætt av at nýta snildfonina og lata hana fylla í lívi okkara, heldur tvørturímóti. Vit hava fingið nýggjar vanar, har mentanartiltøk sum sjónleikur og annað er umbýtt við Netflix og har vit eru á sosialu miðlunum heldur enn at vera sosial.

“Vit eiga at geva gætur, at samvera við onnur menniskju, er ein avmarkaður gripur, sum vit eiga at virðismeta.” Staðfestir hann, tí mangul á fysiskari samveru ger okkum meira hatsk og dølsk, sum sæst týðiligt við polariseringini á teimum sosialu miðlunum.

“Eg tosaði við ein, sum var byrjaður í einum nýggjum starvi og eisini steðgaður undir Korona farsóttini. Hann náddi ikki at síggja nakran av sínum starvsfeløgum, so tað var ikki so trupult hjá honum at steðga aftur, tí hann upplivdi, at hann ikki hevði nakra moralska skyldu, av tí at hann ikki kendi tey.”

Hóast talgilda samveran helst er betur enn onki, so má hon ongantíð blandast við veruligu vøruna, staðfestir Thomas. Herfyri luttók hann á síni fyrstu ráðstevnu í longri tíð í Ljubljana í Slovenia. Hann minnist týðiligt vakra habsburgska býin við eina lítla á, har fólk sótu úti og ótu fisk og drukku hvítvín fyrst á várinum. Eg fekk minni frá ráðstevnuni, tí eg upplivdi ymiskt við øllum kroppinum, sigur Thomas Hylland Eriksen.

Bókin hjá Thomas Hylland Eriksen: Appernes Planet

Partur av kroppinum

Kortini má Thomas viðurkenna, at hann er fullkomiliga bundin at síni snildfon. Sum sukursjúklingur hevur hann eina app, ið mátar um hansara blóðsukur er ov høgt. Júst nú er tað ikki tað og tað fer at falla, tí hann hevur júst etið millummála. Hann nýtir telefonina til at keypa atgongumerki til bussin, lesa tíðindabløðini og tað mest týðandi, nevniliga at hava samband við onnur menniskju.

Upp á fá ár er snildfonin vorðin ein heilt ómetaliga stórur og neyðugur partur av okkum. “Tú kennir teg rætt og slætt naknan uttan hana og hevur meira tørv á henni enn eitt nú lyklar og pengapungin. Uttan snildfonina hjá okkum missa tey flestu okkara sambandið við vinir og familju og gerast einsamøll. Snildfonin er eins og vovin inn í okkara likam og vorðin ein longdur partur av likami okkara.” Staðfestir Thomas víðari.

Spurningurin er so, um hon ikki broytir okkum upp á mátar, okkum ikki dáma, sigur Thomas. “Í Suðurkorea er tað vanlig hugsan at gerast snildari av at nýta snildfonina, tí tú hevur atgongd til risastóra mongd av data og upplýsingum, og tí tú lættliga kanst halda skil á støðum gjøgnum Google Maps. Í norðurlondum hava vit heldur ta øvugtu fatanina av hesum. Tess meira av okkara heila, vit leggja inn í telefonina, tess minni verður heilin.”

“Vit hava lyndi til at gerast verri til at hugsavna okkum og eitt nú at sita leingi og lesa í eini bók, tí vit støðugt verða avbrotin. Snildfonin kann geva okkum eina breiða vitan um snøgt sagt alt, men vi missa nakað í dýpdini.”

Thomas Hylland Eriksen

Vit eiga at lesa bøkur spakuliga

I Vestevropa snýr kjakið um snildfonir seg ofta um vakmyndatól, marknaðarføring og polarisering. Men størsti trupulleikin við snildfonini er stutta og sera títta nýtslan av henni, sum dálkar okkara heila, heldur Thomas Hylland Eriksen

“Snildfonin ger lív okkara einfalt og uttan trupulleikar. Tú fær tað, tú ynskir tær, tá tú vilt og alt fyri eitt. Einaferð tók tað vikur at skaffa sær eina bók heim á bókasavninum, sum tú fegin vildi lesa. Nú fæst hon við einum klikki á snildfonini.” Tað gevur ein miss av meining, tá alt er til taks altíð, heldur hann.

“Júst nú uppliva vit eitt trot á troti. Vit hava tørv á tí øvugta, altso mótburði og seinføri fyri at upplýsingar og vitan kann festa seg í minni okkara. Fyri veruliga at minnast, so mugu vit skriva niður. Vit mugu ikki undirmeta týdningin av tí “taktila”, sum hvørvur.”

Men loysnin er ikki at býta snildfonina um við meditatión og mindfulness, ella at fara ígjøgnum eina talgilda úreitrannar-sjúkuviðgerð, sigur Thomas. “Tað er sum við veðurlagskreppuni, hana loysa vit ikki gjøgnum tøknina, men góðari og ábyrdarfullari umsiting av nátturuni. Heldur ikki hjálpir tað okkum at fáa okkum eina nýggja app fyri at fáa okkum ein talgildan steðg. Vit mugu skifta spor og gera okkurt heilt annað. Eitt nú at fordjúpa seg í eini bók uttan at verða avbrotin, ella at planta eitt træ, ella fara ein langan túr út í skógin uttan nakað endamál. Tað er eitt annað stev, ein nýggj slóð.”

Fáið í lag aðrar ferðslureglur

Í dag er ikki longur neyðugt at vita vegin, vit nýta bert Google Maps. Ikki er neyðugt longur at minnast og kenna høvuðstaðir eller statsleiðarar, tí tað fáa vit frá Wikipedia, og júst hetta ger sambært Thomas Hylland Eriksen, at vit gerast “býttari og meira viðkvom”.

“Tí hvat gera vit, tá snildfonin ikki er her? Snildfonin er avmarkandi og standardiserandi.

“Men tað er gykl og innbilningur at halda, at vit kunnu gerast leys af henni. Tað er hvørki møguligt ella ynskiligt, tí hon gevur eisini til lív okkara.” Høvdu ung og gomul ikki havt snildfonina undir farsóttini, so var støðan uppaftur verri.

Vit hava tørv á ferðslureglum, skjýtur Thomas Hylland Eriksen upp. Eitt nú mobilfrí øki á skúlum og aðrastaðni.

so vil eg ferðast um víðan vøll, tí samtyktir tínar eg søki.
119,45

12 eyðkenni við nýtslu av snildfon

Í 2017 gav amerikanski høvundurin Tony Reinke út bókina “12 Ways. Your Phone is Changing You”. Her kemur hann inn uppá, hvussu snildfonin avmarkar okkum við at nevna 12 ítøkilig øki, har snildfonin spakuliga, snildisliga og stillisliga broytir okkum, uttan at vit veruliga varnast. Eitt nú nevnir Reinke, at vit gerast ørkymlað við í miðal at kanna okkara snildfon hvørt 4,3 minutt. Eisini skumpar tøknin okkum frá hvør øðrum fysiskt, so vit gerast einsamøll. Vit stúra fyri ikki at vera “við” eins og hini, um vit ikki hava og kanna snildfonina alla tíð. Vit villast í talgilda heiminum og øllum tí larmi, vit fáa frá netinum. Vit missa evnini at kunna undrast yvir skapanarverkið, menniskju, djór, plantur, náttúruna – ja, sjálvt Gud, tí snildfonin bindur og krevur okkara fulla ans. Vit søkja eisini undirtøku og góðkenning frá øðrum og annað.

Í andsøgn við vanliga sýnið í vesturheiminum, at frælsi er at liva uttan nakað, ið darvar og forðar persónliga frælsinum til at kunna velja í øllum viðurskiftum – so er bíbilska sýnið at liva innanfyri røttu karmarnar tað veruliga frælsið.
Tony Reinke

Veruliga frælsið

Reinke leggur dent á at nýta Bíbliuna sum kumpass heldur enn alt tað, vit fáa gjøgnum snildfonina og tøknina. Heldur enn at søkja góðkenning og undirtøku gjøgnum sosialu miðlarnar, so fáa vit sanna og rætta góðkenning frá Gudi (Róm.2,29) Vit striðast við ikki at vera við eins og hini, um vit ikki nýta snildfonina, “Fear of missing out” ella “FOMO”, har vit í roynd og veru hava tørv á at grunda yvir tað, sum stendur fast í allar ævir(Luk. 16,19-31)

Vit fara skeiv við at gerast antin fyri ella ímóti tøknini. Heldur kunnu vit taka samanum yvirfyri snildfon og tøkni við orðum úr Skriftini frá Sálmi 119,45: “so vil eg ferðast um víðan vøll, tí samtyktir tínar eg søki.

Í andsøgn við vanliga sýnið í vestliga heiminum, at frælsi er at vera uttan nakað, ið darvar og forðar persónliga frælsinum til at kunna velja í øllum viðurskiftum – so er bíbilska sýnið at liva innanfyri røttu karmarnar tað veruliga frælsið, staðfestur Tony Reinke
Kristelig Dagblad: Vanessa Pröschold og Christian Today: Jeff Haanen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina