Søgan hjá vertshúseigaranum

Munnu tað ikki vera nógv, sum hava tað sum vit her á Trúboðanum: Saman við hugnaðunum á jólum hoyrir eisini ein góð jólasøga, sum kann verða lisin hart, tá ið familjan er saman. Vit hava funnið eina sera góða jólasøgu. Tað er Dr. Ralph F. Wilson, sum hevur skrivað søguna, og hevur givið okkum loyvi til at umseta hana til føroyskt og leggja hana út á Trúboðan. Mariann Djurhuus Poulsen hevur umsett søguna.

Trúboðin ynskir tykkum øllum eini gleðilig jól.

Søgan hjá vertshúseigaranum

Tey halda, at eg eri ein hjartaleysur, harður vertur. Onkur hevur helst sagt teimum tað. Men tað er ikki soleiðis, als ikki, og nú er tíðin komin at fáa hetta rættað. Greiða frá júst tí, sum hendi.  

Fólk siga, at eg eri vertshúseigari. Tað er kanska rætt. Fyri okkum er hetta bara eitt stórt hús. Abbi mín, Joshua ben-Yahoudi, bygdi húsið, tá handilsvirksemi hansara var í hæddini. Og hann bygdi tað so stórt, at tað rúmaði øllum fjúrtan børnunum. 

Fyri nøkrum árum síðani hildu kona mín og eg glað og nøgd til í húsinum. Børnini vóru vaksin, og vit hildu, at vit kanska kundu boðið onkrum ferðafólkum at sova hjá okkum viðhvørt. Rakul hevur altíð verið ein sera góður kokkur, so vit søgdu fólki, at vit ætlaðu at bjóða ferðafólki song hjá okkum. Tað gekk ikki leingi, so komu ferðafólkini. Hvørja nátt høvdu vit eitt ella tvey ferðafólk og onkuntíð fleiri. Tey komu altíð aftur, um tey seinni ferðaðust her á leiðini, og vildu hava grýturættin hjá Rakul.

So kom keisarin við hasi løgnu fólkateljingini. Bara fyri at fáa meira skatt, spyrt tú meg! Alla staðni úr landinum streymaðu fólk til býin hasa vikuna. Eisini inni hjá okkum var stúgvandi fult av fólki. Rakul og eg svóvu í stovuni, sum vit altíð gera, og gestirnir svóvu í hinum trimum rúmunum. Tað komu fleiri og fleiri gestir. So máttu vit fáa tvær ella tríggjar familjur at sova saman í hvørjum rúmi. Men gestirnir hildu fram at koma. Til síðst svóvu fýra familjur umframt Rakul og eg í stovuni, og tá máttu vit siga, at nú var einki pláss eftir.  

LES EISINI  Familjuandaktir til páskirnar 2. partur

Eg haldi, at eg mundi fara tíggju ferðir úr songini hasa náttina. Dettandi um fólk fyri at koma yvir til hurðina. “Vit hava einki pláss eftir, tíverri. Einki pláss. Komið aftur í morgin. Onkur familja fer avstað í morgin.” Tey mutlaðu ilsliga okkurt, men fóru síðani aftur til ferðalagið og svóvu onkrastaðni upp at einum húsi og brúktu okkurt teppi sum skjól. Eg hevði tíverri ikki fleiri pláss. Tað er hjartanemandi sannleikin. 

Men eg fann pláss til eitt par afturat. Jósef var ein prúður maður við kraftigum ørmum og sterkum hondum. Eg haldi, at hann segði, at hann kom úr Nasaret. Hann góðtók ikki eitt nei. Eg segði: “Tíverri, onki pláss”, men tá fór hann at siga mær um sína “lítlu Mariu”. Altso, tá eg sá “lítlu Mariu”, var hon als ikki lítil. Hon var júst so stór, sum ein barnakona er, beint áðrenn hon skal eiga. Og sera bleik. Meðan Jósef inniliga bað um pláss, sá eg hana av pínu taka um búkin, og eg visti, at eg kundi ikki lata hana eiga hatta barnið uttanfyri í vindinum og vátaslettinginum.

Fjósið! Tað mátti kunna brúkast, hugsaði eg, og leiddi tey bæði og asnan aftur um húsið. Har var eisini rættiliga fult, so eg mátti flyta fleiri djór útum fyri at fáa pláss í einum turrum horni. Jósef segði: “Vit eru sera takksom, tygum.” Og við einum álvarsomum eygnabrái hugdi hann at mær og spurdi: “Veitst tú, hvar eg finni eina ljósmóðir her um leiðir? Vit fáa helst brúk fyri henni í morgin ella í ovurmorgin.” 

LES EISINI  Betlehemsstjørnan

Hasin maðurin visti ikki nógv um at fáa børn, tað sást týðiliga. Eg rann yvir til Sárufastur og bankaði á hurðina, til maður hennara opnaði. “Eitt av ferðafólkunum skal eiga hvørja løtu,” segði eg honum. “Eg bíði her, til Sárafastir er komin í klæðir.” Eg steðgaði eina løtu, meðan eg kikkaði eftir ondini. “Og bið hana skunda sær.” 

Tá vit komu aftur til fjósið, hevði Jósef sett “lítlu Maria” niður á eitt sindur av bleytum, reinum hoyggi, ballað hana í eitt teppi og sat og turkaði sveitta av pannu hennara. Hann tosaði eymliga við hana, meðan hon stríddist við pínuna. Sárafastir sendi meg eftir Rakul, og síðani bað hon meg og Jósef fara út úr fjósinum. “Hetta er ikki fyri menn,” segði hon. 

Tað var sum um, at vit bíðaðu í fleiri tímar uttan fyri fjósið. Men brádliga hoyrdu vit barnagrát. “Tú hevur fingið ein son,” segði Sárafastir, tá vit komu um hornið. Hon rætti Rakul barnið, og Rakul reivaði barnið í pinkubarnareiv, sum hon hevði goymt. Sera fitt barn, skal eg siga tær.  

Jósef fór yvir til Mariu, klemmaði og kysti hana á kjálkan, og síðani gav Rakul Mariu barnið. Rakul kom yvir til mín, tók hond mína og teskaði: “Minnist tú, tá Josva varð føddur?” 

Lyktin var næstan slóknað, neytini beljaðu stillisliga og Jesusbarnið svav í ørmunum á mammu síni. Soleiðis var, tá eg fór frá teimum og fylgdi Sárufastur heim. Vindurin var kaldur, men tað var slitið í. 

Tá eg kom aftur, var Rakul komin í songina. Eg gekk upp um sovandi fólk fyri at sløkkja ljósið og skuldi júst fara at leggja meg undir heita teppið, tá eg hoyrdi onkra mutlan uttan úr fjósinum.  

LES EISINI  Nú er klárt at tekna seg til summarfamiljuleguna

Eg má heldur fara at vita, hvat tað er, hugsaði eg. Tá eg kagaði inn, sá eg nakrar hirðar. Skitnir, stinkandi hirðar lógu á knæ á skitna fjósgólvinum og sóu út til at biðja. Tann elsti segði okkurt við Jósef um einglar og um Messias. Hinir lógu tilbiðjandi við boygdum høvdum, og hjá onkrum runnu tár niður eftir kjálkunum.  

Eg hostaði, og Jósef hugdi upp. Eg var um at fara yvir at biðja hesar hirðarnar sleppa sær burtur, tá Jósef kom móti mær við lyftum armi og teskaði: “Tað er í lagi, teir eru komnir at síggja Jesusbarnið.” 

Jesusbarnið? Messias? Og tað var tá, at eg eisini fall á knæ, hugdi, bað og lurtaði eftir tí, sum hirðarnir søgdu um einglar og himmalskar herskarar og fráboðanirnar um heilaga barnið, sum skuldi verða sveipað og lagt í eina krubbu í einum fjósi. 

Á, dú. Jesusbarnið var føtt í mínum fjósi! Mítt fjós, sum hann nú lá og svav í. Mítt hoyggj, mín lampa, kona mín, Rakul, sum hevði hjálpt til við føðingini. 

Eina løtu seinni fóru hirðarnir. Onkur av teimum boygdi seg yvir Jesusbarnið og kysti tað, áðrenn teir fóru. Eg gjørdi tað sama.  

Eg fari altíð at vera takksamur fyri, at eg gav hesi familju pláss í mínum fjósi – hesi heilagu familju. Sært tú, eg eri ikki ein hjartaleysur vertshúseigari. Eg var har. Eg sá hann. Og, veitst tú, fleiri ár seinni kom hesin sami drongur aftur til Betlehem. Hesaferð greiddi hann frá um Guðs ríki. Og eg kann siga tær, at eg trúgvi honum. Eg var har. Og trúgv mær, um tú hevði sæð tað, sum eg sá, so hevði tú eisini verið ein trúgvandi.  

Dr. Ralph F. Wilson hevur skrivað. Mariann Djurhuus Poulsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina