Sørvingar vitjaðu sunnudagsskúlan í Havn
Sunnudagin var sum vanligt sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum í Havn. Hesaferð høvdu tey tó fingið vitjan av sunnudagsskúlanum í Sørvági.
Og sigast má, at hetta eydnaðist sera væl. Sørvingar leiddu sunnudagsskúlan við sangi og bíbliusøgu.
Barnakórið úr Sørvági sang nakrar sangir, ið ljóðaðu framúr væl. Síðani varð greitt frá um líknilsið um miskunnsama Sámáriubúgvan, meðan børnini framførdu líknilsið, sum ein leik meðan greitt var frá. Hóast tað vóru áleið 150 fólk í salinum, so var púra kvirt í salinum. Øll lurtaðu og hugdu við áhuga eftir líknilsinum.
Tá sunnudagsskúlin nærkaðist endanum takkaði Sigrun Mikkelsen fyri møguleikan at koma til Havnar at hava sunnudagsskúla. Hon segði eisini at tey vóru glað fyri at hava lært nakrar nýggjar sangir og fingið inspiratión úr Havn. Samstundis takkaði Meinigheitshúsið í Havn fyri at tey vóru komin suður, og høvdu lært tey nakrar nýggjar sangir o.a.
Ein væleydnaður sunnudagsskúli í gjár, og gleðiligt at síggja hvussu sunnudagsskúlarnir kring landið kunnu samstarva, stuðla og geva hvørjum øðrum inspiratión.
Eftir sunnudagsskúlan var borðreitt við vælsmakkandi muffins, saft og kaffi.