Spennandi áhugatímar í samband við MiniTeenStreet

Í vikuskiftinum verður MiniTeenStreet í Bylgjuni í Runavík. Í tí sambandi verður eisini skipað fyri spennandi áhugatímum.

Áhugatímarnir vera leygardagin í skúlanum í Runavík frá klokkan 16.00 til 18.00. Hvør áhugatími er 45 minuttir við einum steðgi ímillum við drekkamunni. Til áhugatímarnar er neyðugt við tilmelding. Hon verður væntandi tøk á facebook heilt skjótt.

Yvirlit yvir áhugatímarnar á Mini Teenstreet:

Jóhan Petur Johannesen: Missión – hví ikki eg?

Hvør kann fara út í missión? Hvønn kann Harrin brúka? Hvussu ger man seg tilreiðar? Vit hyggja nærri eftir missión við støði í hesum spurningum.

 

Tom Jacobsen: Let’s talk about sex:

Hvat er sexuellur reinleiki? Hvat sigur heimurin sex er? Er munur á sex og kærleika? Er porno normalt, og hvat ger tað við okkum?

 

Mariann D. Poulsen: Brúkar Gud kvinnur í tænastu?

Hevur Gud serligar uppgávur og tænastur til menn og aðrar til kvinnur? Gevur Gud okkum ymiskar náðigávur? Havi eg sum kvinna nakrar fyrimyndir í Bíbliuni? Hvussu kann eg fáa eina sunna sjálvsmynd og ein sunnan samleika?

 

LES EISINI  Josh og Debs aftur á MiniTeenStreet í ár

Høgni Johannesen: Teir stóru spurningarnir.

Er Gud til? Er Bíblian álítandi? Um Gud er góður, hví er so nógv líðing? Hví Kristindóm?

 

Ovi Brim: Bíblian – Hvat siga Jesus og lærusveinarnir um Bíbliuna?

Er gamla testamentið ikki ein avolda sak? Er nýggja testamentið ikki skrivað aftaná Jesu krossfesting? Hvat eigi eg at halda um Bíbliuna? Hvat siga Jesus og lærusveinarnir um hetta?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina