Blívur Gud við at fyrigeva, um eg geri okkurt skeivt aftur og aftur?

Vit kunnu lesa í Bíbluni, at náðin er nýggj hvønn morgun, men kann tað veruliga passa, at Gud blívur við at fyrigeva okkum okkara syndir?

Ja, tað er næstan óskiljandi, at Gud er soleiðis, at hann fyrigevur okkum okkara syndir aftur og aftur, og at Guds náði veruliga er nýggj hvønn morgun. Orsøkin til, at vit kunnu trúgva hesum er, at Gud sjálvur sigur tað. Í Harm. 3, 22-23 stendur: Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda; v23  hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans.

Hetta ljóðar næstan ov gott til at vera sætt, men vit kunnu líta á Guds orð, og at tað er, soleiðis sum Gud hevur sagt.

Spurningurin er, um tað veruliga kann passa, at Gud blívur við at fyrigeva. Sami spurningur kundi eisini verið, hvussu ber tað til, at Gud kann blíva við at fyrigeva aftur og aftur og aftur og aftur…? Svarið til hendan spurning er: Jesus. Gud kann fyrigeva okkum, tí hann elskar okkum og tí at Jesus doyði fyri allar okkara syndir. Tá ið Jesus doyði fyri okkum, so vann hann okkum náði og yndi hjá Gudi, soleiðis at Gud kann fyrigeva okkum. Í Ef 1, 7 stendur: sum vit hava endurloysingina í við blóði hansara, fyrigeving syndanna, samsvarandi náðiríkidømi hansara.

LES EISINI  Augsburgska trúarjáttanin II: Syndin

Tað er ómøguligt at skilja, at orsaka av Jesu deyða á krossinum, so hevur Gud óavmarkaða nøgd av fyrigeving, og hann vil byrja av nýggjum við okkum hvønn morgun. Hóast tað er ógjørligt at skilja hetta, so er tað møguligt at trúgva hesum og hava álit á, at tað er soleiðis, sum Gud sigur.

Djevulin vil ikki, at vit trúgva hesum, at Guds náði er nýggj hvønn morgun. Hann roynir við sínum lygnum at siga okkum, at nú hava vit syndað so ofta, at Gud vil ikki fyrigeva okkum meira, ella at hendan syndin var so álvarsom, at Gud kann ikki fyrigeva okkum hana. Djevulin minnir okkum serliga á hetta, tá ið vit fella í eina synd, sum vit hava gjørt aftur og aftur. Tá roynir hann at fáa okkum at halda, at nú kann Gud ikki fyrigeva okkum, og at hann ikki tekur ímóti okkum, um vit leita til hansara. Men, hetta er ein lygn, sum Djevulin roynir at fortelja okkum.

LES EISINI  Andin gevur fyrigeving og lív

Vit kunnu altíð koma til Gud. Jóh 6, 37: Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.

Spurningur svaraður av: Andrias Magnussen
Filmað og sett saman: Raclip, Egin Tollaksson og Høgni Jógvansson
Samskipað: Jákup Justinussen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina