Starvsfólkatrot elvir til stórar broytingar á Trúboðanum 

Hóast tað í fleiri umførum hevur verið lýst eftir miðlaleiðara og miðlafólki, so er ikki eydnast at seta nakran í starv. Starvsfólkatrotið ger, at umfatandi broytingar verða gjørdar á Trúboðanum. Hetta hevur m.a.við sær, at tað ikki longur fer at koma ein grein út á Trúboðan hvønn dag.  

Síðani 2020 hevur Trúboðin verið undirmannaður stóran part av tíðini. Í tíðarskeiðum hevur miðlaleiðari verið á Trúboðanum, og aðrar tíðir hava volontørar verið, sum hava kunna verið ein stuðul í arbeiðnum. Tá ið einki miðlafólk hevur verið, hevur aðalskrivarin, Andrias Magnussen, umsett stóran part av greinunum, sum Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað. 

Men nú er støðan tann, at Andrias Magnussen fer úr starvi. Dánial Olsen, sum m.a. er volontør á Trúboðanum fer eisini úr starvi síðst í juni, og tá verður Carsten Fonsdal Mikkelsen einasta starvsfók á Trúboðanum. Carsten skrivar ikki føroyskt, og tá ið einki lønt starvsfólk er til at umseta tíðindi og greinar frá degi til dags, so kann Trúboðin ikki koyra eftir sama leisti, fyrr enn nýtt miðlafólk er sett í starv. 

LES EISINI  Heimamissiónin á ferð - í Sandoynni

Carsten fer aftur í starvið, sum upprunaliga varð avtalað, har hann skal vera trúboðari hálva tíð og arbeiða á Trúboðanum hin partin av tíðini. Uttan eitt lønt starvsfólk at umseta, tænir tað ikki nøkrum endamáli at skriva fleiri greinar á donskum. Tíðina, Carsten fer at arbeiða á Trúboðanum, fer hann mest at arbeiða við video og ymiskum tekniskum uppgávum, sum upprunaliga ætlað. Hann fer eisini at skriva greinar, har vónin er at sjálvboðin kunnu umseta, soleiðis at í miðal ein grein kemur út hvørja viku. 

Teir flestu óløntu umsetararnir, sum Trúboðin hevur, brúka millum eina og tvær vikur um at umseta eina grein, áðrenn hon verður send aftur. 

Hetta merkir, at tíðindi sum skulu út frá einum degi til annan framyvir møguliga verða á donskum, um ikki ein skjót loysn verður funnin. 

Lesarin er lykilin 

Hvussu ofta tilfar kemur út á Trúboðan framyvir er tætt tengt at teimum nógvu sjálvbodnu kring landið. Vónin er, at nógv fleiri kunnu skriva frá arbeiðunum kring landið, og soleiðis eggja og geva hvørjum øðrum íblástur. Greinar saman við myndum kunnu sendast til trubodin@mission.fo.  

LES EISINI  Starvslýsing: Háskúlaleiðari

Nøkur sjálvboðin hava í longri tíð skrivað bloggar og andaktir (boðan). Hetta eru vit sera takksom fyri, og vit vóna, at fleiri vilja átaka sær at skriva tilfar til Trúboðan regluliga. 

Fyrst og fremst vóna vit, at øll vilja vera við til at biðja fyri miðlafólkinum, sum vit bíða eftir. Um Gud kallar teg til hesa tænastu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Carsten Fonsdal Mikkelsen á telefon 535332 ella við at senda teldupost til carsten@mission.fo
 

Nýggjur volontørur til Trúboðan

Um tú hevur eitt fjølmiðlafólk í búkinum og brennur fyri missión, so er møguleikin her – tú kanst gerast volontørur á Trúboðanum.
Sum volontørur hevur tú ábyrgdina av andaktunum, sum koma út hvønn dag og at umseta greinar úr donskum til føroyskt. Arbeiðið inniber eisini at skriva greinar, har málbólkurin er ungdómur, umframt at umsita okkara profil á Instagram.

Vit vænta, at tú hevur góðar málsligar førleikar, og at tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vóna, at tú dugir at brúka títt netverk í leitanini eftir tí góðu søguni.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, so ert tú vælkomin at venda tær til:
Carsten Fonsdal Mikkelsen á telefon 535332 ella við at senda teldupost til carsten@mission.fo
Starvið verður sett, tá ið vit hava fingið skikkaðan umsøkjara.

LES EISINI  Frá skrivstovuni í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina