Starvslýsing: Nýggjur volontørur til Trúboðan

Trúboðin (www.trubodin.fo) er í stórari menning, og vit elska nýggj hugskot. Tí kunnu vit bjóða tær eitt spennandi starv, har tú hevur møguleika at mynda starvið, og tað sum tú gert.

Um tú hevur eitt fjølmiðlafólk í búkinum og brennur fyri missión, so er møguleikin her – tú kanst gerast volontørur á Trúboðanum.

Sum volontørur hevur tú ábyrgdina av andaktunum, sum koma út hvønn dag og at umseta greinar úr donskum til føroyskt. Arbeiðið inniber eisini at skriva greinar, har málbólkurin er ungdómur, umframt at umsita okkara profil á Instagram.

Vit vænta, at tú hevur góðar málsligar førleikar, og at tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vóna, at tú dugir at brúka títt netverk í leitanini eftir tí góðu søguni.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, so ert tú vælkomin at venda tær til:
Carsten Fonsdal Mikkelsen, miðlaleiðara, (carsten@mission.fo
ella Andrias Magnussen, aðalskrivara, (andrias@mission.fo

Umsóknin skal sendast til andrias@mission.fo 

Starvið verður sett, tá ið vit hava fingið skikkaðan umsøkjara.

LES EISINI  Nýtt starvsfólk á landsskrivstovuni í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina