Stjórnin á Sri Lanka táttar í trúarfrælsið

Í kjalarvørrinum av blóðigu álopunum á kirkjur og hotel páskamorgun, hevur buddistiska stjórnin á Sri Lanka táttað í lóggávuna. Hóast fremsta málið er víðgongd islamisma, kann lóggávan eisini raka tey kristnu.

Páskamorgun vórðu átta yvirgangsálop á kirkjur og hotel á Sri Lanka, sum kostaðu 253 mannalív og særdu í minsta lagi 500 fólk. Landið er framvegis í hægstu tilbúgving, og lýsta undantaksstøðan er framvegis galdandi.

TV2 skrivar á heimasíðu síni, at stjórnin nú táttar í lóggávuna fyri at steðga víðgongdum muslimum. Løgreglan heldur, at ein víðgongdur bólkur á Sri Lanka, National Tawheed Jama’ut, stóð aftanfyri álopini. Í gjár varð tað bannað at ganga í burka á Sri Lanka, fyri at styrkja trygdina og hjálpa herinum at eyðmerkja gerningsmenninar, segði eitt tíðindaskriv frá forsetaskrivstovuni. Eisini kunnu fólk, sum uttan arbeiðsloyvi undirvísa í átrúnaði, vænta at verða víst út úr landinum.

Stjórnin er buddistisk, og hóast málið er víðgongdir muslimar, er ikki óhugsandi, at lóggávan eisini fer at raka kristin og at isolera kristnu kirkjuna enn meira. Hóast trúarfrælsi á pappírinum eru kristin ofta trongd millum buddistar, hinduar og muslimar; myndugleikar síggja javnan burtur frá rættindum teirra, og sterkar kreftir á Sri Lanka royna eisini at gera umvending frá buddismuni til grundlógarbrot.

LES EISINI  Nýggj kristilig útvarpsstøð í Turkalandi - óvanliga stórur opinleiki fyri boðskapinum

Neyðhjálp savnað inn í Føroyum

Meinigheitshúsið á Skála hevur eftir áheitan tikið stig til eina innsavning í Føroyum til frama fyri neyðstødd kristin á Sri Lanka, ið vórðu rakt av yvirgangsatsóknini páskadag. Innsavningin fer til trý endamál:

  1. At forsyrgja familjum, sum hava mist forsyrgjaran, annaðhvørt tí hann ella hon eru dripin, ella so illa særd, at tey ikki eru arbeiðsfør longur.
  2. Rinda útreiðslur til læknahjálp og viðgerð, bæði nú og í framtíðini.
  3. Veita sálarfrøðiliga hjálp til teirra, ið hava fingið sálarlig mein.

Meinigheitshúsið hevur sett eina kontu av, sum føroyingar kunnu flyta pening inn á til endamálið. Innsavningin fer fram til 14. mai, og peningurin verður fluttur gjøgnum Evangelisk Alliance í Danmark, sum hevur beinleiðis samband við Sri Lanka.

Peningurin kann verða settur inn á kontu í BankNordik 6460 – 178.176.8, viðmerkt “Sri Lanka”.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina