Støðan hjá útimissiónstrúboðarunum í løtuni (1. partur)

Nú ófrættakenda koronavirusi reikar um allan heimin og broytir gerandisdagin hjá okkum øllum, leita tankar okkara eisini út í víðu verð, til landsmenn okkara, sum vegna arbeiðið teirra, ikki eru komin heim. Nøkur av teimum eru okkara útimissiónstrúboðarar, sum eg havi havt samband við í vikuni og sum hava givið okkum eina stutta lýsing av støðuni.

Jóhannes & Kristiana og Dánjal Óli Finnson, Tanzania:

18.3.20: Korona varð stadfest her fyrr í vikuni. Vit hava tad gott. Skúlarnir eru afturlatnir í 30 dagar, fram til hálvan apríl. Smittan bleiv stadfest í Dar es Salaam fyrr í vikuni. So nú gera vit klárt at flyta undirvísingina online.

21.3.2020 fingu vit tíverri hesi boðini, og sum vit geva víðari her:

 ÁHEITAN UM FORBØN:

left
Góðu VINIR: Vit hava fingið áheitan um at biðja fyri Jóhannes Finnson av Glyvrum, ið virkar sum trúboðari í býnum Dar es Salaam í Tansania. Jóhannes liggur á sjúkrahúsi í Tansania og er ógvuliga sjúkur. Bið fyri honum, at Harrin má grøða hann og geva honum og familjuni sín frið. Bið eisini fyri konuni Kristiane og soninum Dánjal Óla. Himmalski Faðir, vit biðja í Jesu navni, hoyr bønir okkara. Amen.

Familjan takkar fyri framhaldandi forbønir, vit takka fyri at brunatølini eru fallandi og støðan vísir seg at vera stabil nú 22.mars

LES EISINI  Vaksinan er komin

Silas & Julianna, Carina, Silja og Set,  Mongolia:

18.3.2020: Vit eru ”lock down”. Skúlar eru stongdir, skrivstovan er stongd og vit eru avmarkaði til at vera her í Kovd. Hetta hendir alt orsaka av óttanum fyri koronavirusinum, sum nú eisini hevur funnið leiðina til Mongolia. Mongolia hevur stongt øll síni landamørk, so vit eru avbyrgd í orðsins rætta týdningi.

Danska sendistovan bjóðaði okkum at fara umborð á eitt flogfar í Ulaanbaatar í morgin, men tá ongin møguleiki er at fáa øll loyvir uppá pláss, so vit kunnu koyra við bili til Ub, so er hetta ikki ein møguleiki. Vit ynskja eisini at vera her i Mongolia fyri at fylgja støðuni.

Her í Khovd gongur væl. Vit hava verið í lock-dowm í umleið 2 vikur, men nú sleppa vit aftur úr býnum. Vit eru øll frísk og enn er onki korona staðfest í býnum. Men fólk eru stúrin og alt er stongt uttan handlar. Eisini eru øll mørk stongd, so vit sleppa ikki úr landinum. Men tað hava vit heldur einki ynski um.

LES EISINI  Ongin nýggjárslega í vikuskiftinum

Havi júst vitja nakrar kasakkar. Møtti teimum tá eg fór ein fuglatùr, sigur Silas í boðum sínum.

Ernst & Khem, Thailand:

18.3.2020 Ernst og Khem hava bæði arbeiðið í Thailandi, so tey virka meira sum tjaldmakarar í og út frá kirkjuni har tey búgva. Ernst skrivar:

Ja koronastøðan rakar meint. Nógv stór tiltøk verða avlýst, og kirkja okkara hevur júst avgjørt at avlýsa leguna í summar av somu orsøk. Vit hava tað framvegis gott, men fleiri eru blivin smittaði av sjúkuni; tó eingin sum vit kenna

Elisabeth Poulsen, Liberia:

20.3.2020
Eg skuldi eftir ætlan koma heim at halda páskir saman viđ familjuni og vera heima í tvær vikur, men vegna tađ at øll flùgving brádliga støđgađi, kom eg ùt ùr Liberia í seinastu løtu. Eri nù heima í sôttarhaldiđ í tvær vikur.

Støðan á Arábisku hálvoynni og Miðeystri er tann sama, sum hon annars er runt heimin. Skúlar eru stongdir og landamørk stongd. Fólk eru stúrin og óttafull.

LES EISINI  Fólkakirkjan avlýsir í dag

Eisini ígjøgnum OM eru nógvir føroyingar farnir út við Guds orði og út á Guds lyftir.

Brúk er fyri at boða Guds frelsu og frið inn í hendan óttafulla heim, sum kvíður í ráðaloysi. Eisini er brúk fyri teimum tænandi hondum og fótum í Jesu stað.

Takk Gud fyri hesi menniskju, sum eru farin út í heim við gleðiboðskapinum. Latum okkum minnast tey í bønum okkara, at Gud má geva teimum sína signing, styrki, vísdóm og verju.

Sálm. 46:2 ”Gud er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, íð aldri svíkur”

Støðan hjá útimissiónstrúboðarunum í løtuni (2. partur)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina