Støðan hjá útimissiónstrúboðarunum í løtuni (2. partur)

– Okkara langtíðartrúboðarar hava tað allir gott. Tey eru øll frísk, bæði tey sjálvi og húskini annars, og tey kenna seg øll trygg, har tey eru, siga tey. Tað fortelur Danjal av Rana frá OM. Men tað er sanniliga avbjóðandi at vera trúboðari í hesum døgum, tá man hvørki kann savnast ella ferðast frítt úti í heimi. Hetta sigur Danjal av Rana um arbeiðið hjá OM:

Eins og í Føroyum, so er mest sum ógjørligt at skipa fyri møtum og mælt verður frá at hitta fólk. Tá sigur tað seg sjálvt, at evangelisering og lærusveinagering verður torførari.

Koronakrímið hevur havt størri ávirkan á okkara stutttíðartrúboðarar við tað, at nógv av stutttíðartilboðunum eru avlýst. Ein ungur maður, sum var farin á trúboðaraskúla í Moldova í eitt hálvt ár, kom heim aftur í ótíð í síðstu viku, einans seks vikur aftaná, at hann var farin. Ein genta, sum er umborð á Logos Hope, skuldi eisini sendast heim, men hevur fingið loyvi at vera verandi umborð til tað verður lættari hjá henni at ferðast. Logos Hope liggur í løtuni í Kingston í Jamaika.

LES EISINI  Trúboðarar í Tailandi

Tvær ungar gentur skuldu fara av landinum nú í apríl, onnur til Belgia, hin til Japan, men tey bæði tilboðini eru eisini avlýst, og tær fara tí ongan veg fyribils.

Allastaðni skapa tilmælini avbjóðingar hjá samkomum og trúboðarum, men roynt verður at nýta høvi at royna nýggjar hættir at náa út til fólk og boða gleðiboðskapin.

Samstundis er hetta eisini eitt sera gott høvi hjá trúboðarunum at steðga á og fylla tangan við at brúka tíð í bøn og at lesa. Tað er ofta skjótt at gloyma at ansa sínum egna andaliga lívi, tá ein er so upptikin av at náa út til onnur, men nú er lagamanni at brúka meiri tíð upp á at søkja Harran.

Bønarevnir:

Biðið fyri, at stúran og ótti ikki skulu fáa fastatøkur á okkum. Biðið um, at vit skulu minnast til at líta á Harran og kasta alla sorg okkara á Hann, tí Hann hevur umsorgan fyri okkum.

LES EISINI  Korona dagføring

Biðið um, at trúboðararnir skulu finna hættir at náa út og halda samband við tey, sum eru nýliga frelst ella hava víst áhuga fyri gleðiboðskapinum, so at hendan kontaktin, sum kann vera torfør at fáa í lag, ikki skal hvørva í hesum døgum.

Korona hóttir eisini summarætlanirnar

Danjal av Rana fortelur eisini, at Koronakrímið sjálvandi kastar skuggar yvir okkara summartiltøk, toymistúrarnar og TeenStreet, eisini.

OM fyrireikar, sum um tiltøkini vera sum ætlað, men tað kann skjótt broytast. – Ætlanin er framvegis at skipa fyri toymisferðum fyri tannáringar til Moldova (13. til 26. juli) og Albania (17. til 30. juli), og einum túri fyri 18 til 29 ára gomul til Moldova (13. til 26. juli). Síðani verður TeenStreet 1. til 8. august.

Tað er eingin orsøk at halda seg aftur at melda til, tí um túrarnir og legurnar skuldu blivið avlýstar vegna koronakrímið, so fáa fólk peningin afturgoldnan.

 

Støðan hjá útimissiónstrúboðarunum í løtuni (1. partur)

 

LES EISINI  Stuðla trúboðarunum? Vit eru komin hálvan veg
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina