Stórmøtini ’18: Søkið fyrst Guds ríki!
Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verða í ár í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tað verður í døgunum frá 2. til 4. november, og har verða tiltøk fyri bæði børn og vaksin. Evnið í ár er: Søkið fyrst Guds ríki.
Ein bólkur við fimm persónum hevur skipað fyri stórmøtunum hesuferð, og tey hava hitst fleiri ferðir, síðani tey byrjaðu í juni mánaði. Tey, sum eru í fyrireikingarbólkinum, eru: Oluffa Andreasen, Klaksvík, Pól Johannessen, Klaksvík, Beinta Bertelsen, Strendur, Jákup Justinussen, Leirvík og Annelisa Rasmussen, Strendur, sum samskipar arbeiðið. Nú er Andrias Magnussen, aðalskrivari, eisini komin upp í bólkin.
– Tað hevur gingið sera væl at fingið fólk til hesar ymsu uppgávurnar. Eg haldi, at fólk eru nokkso spent upp á hetta. Hetta er eitt øgiliga stórt tiltak, og ein spennir seg rættiliga nógv út, sigur Annelisa Berthelsen.
Evangeliskt tiltak til trúgv og endurnýggjan
Stórmøtir verða fríggjakvøld og leygarkvøld klokkan 19.30 og sunnukvøld klokkan 18.00.
Fríggjakvøldið er evnið: ‘Søkið’ og tað verður Bergur D. Joensen, prestur, sum talar. Bólkurin High5 syngur.
Leygarkvøldið er evnið: ‘Fyrst’ og tað verður Ann Dahl Hansen, prestur, sum talar. Lív Jónsveinsdóttir syngur.
Sunnukvøldið er evnið: ‘Guds ríki’ og tað verður Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Heimamissiónini, sum talar. Kórið frá sangskeiðnum, sum var á Strondum seinasta vikuskiftið, syngur.
Drekkamunnur verður fríggjakvøldið og leygarkvøldið aftaná møtið, og sunnudagin verður nátturði millum Simba-hittið og møtið.
– Endamálið við stórmøtunum, er at hava eitt evangeliskt tiltak, har vit røkka flest møguligum við gleðiboðskapinum til trúgv og endurnýggjan, sigur Annelisa.
Fleiri barna- og ungdómstiltøk
Sum vanligt er á stórmøtunum, eru fleiri tiltøk fyri børn og ung.
Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan 22.00 verður eitt ungdómstiltak í Badmintonhøllini. Tað er landsungdómsnevndin hjá Heimamissiónini, sum skipar fyri.
Sunnudagin verður ‘Simbahitt’ klokkan 15.00, sum barna- og familjuráðgevin Erla Mortensen stendur fyri. Har verður nógvur sangur og tónleikur, og kórið frá sangfagnaðinum, sum verður frá 19. til 21. oktober, fer at framføra. Elsa Østergaard fer at siga frá. Simba-ballónir vera til øll børnini, og tey fáa eisini okkurt leskiligt aftaná. Okkurt kreativt innslag verður eisini, umframt ein kunning um sjónvarpsrásina SAT-7.
Havið svimjiklæðir við!
Barnaansingin er býtt í tvey, og hesaferð er hon eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Fyrst møtast øll, børn og vaksin, í høllini, har nakrir barnasangir verða sungnir, og so fara tey til barnaansing.
Fyri børn undir skúlaaldur verður barnaansingin øll kvøldini í Skálanum. Har verður ein andakt, annars mest spæl og undirhald.
Fyri børn í skúlaaldri er tað soleiðis, at fríggjakvøldið verður barnaansingin í svimjihøllini. Svimjilærarar ansa eftir børnunum, og har verður eisini ein andakt. So børnini mugu minnast til at hava svimjiklæðir við! Leygarkvøld verður barnaansingin fyri børn í skúlaaldri yviri í KFUM&K. Har verður ein andakt og millum annað fer Anna Lovisa Mýri at syngja. Hesum tiltakinum tekur juniornevndin í Klaksvík sær av.
Sunnukvøldið er eingin barnaansing fyri børn í skúlaaldri. – Til tað møtið leggja vit upp til, at børn í skúlaaldri skulu vera verandi á møtinum. Tað er eitt sjónvarpsmøti, og tað varar vanliga ikki meira enn ein tíma ella so. Vit gera eitt sindur burtur úr børnunum, tí vit halda, at stórmøtini eru fyri alla familjuna, so foreldur kunna taka børnini við og vera saman um tað góða. Tað hevur stóran týdning, halda vit, sigur Annelisa Rasmussen.
Kunning um ymsu arbeiðsgreinarnar
Seinastu árini hevur eitt sokallað ‘Expo’ verið í steðginum millum møtini leygarkvøldið. Og soleiðis verður eisini hesaferð. Tá er høvi at vitja eina røð av básum, har ymsar greinar hjá Heimamissiónini, eins og aðrir kirkjuligir felagsskapir, greiða frá sínum arbeiði, og fólk hava høvi at kunna seg um tað.
Eisini verður eitt stórt og fjølbroytt bókaborð, har møguleiki er at ogna sær góðan og uppbyggjandi lesnað. Samstundis sum Expo er, verður møguleiki at fáa sær ein góðan drekkamunn.
Møtini verða týdd og send
Møtið sunnukvøldið tekur Kringvarp Føroya upp. Tá verður deyvatulkur við. Øll hini møtini verða stroymd á heimasíðuni hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, mission.fo.
Sjónvarpsrásin Iktus tekur eisini møtini upp, og Lindin sendir møtini beinleiðis.
Seinastu árini hava fleiri spurt eftir týðing til enskt, tá stórmøti og onnur tiltøk eru. Nú er útgerð tøk til hetta endamál. Við inngongdina ber til at læna ein móttakara við headsetti, sum síðani skal latast inn aftur eftir møtið.