Stórmøtini 2019 nærkast av álvara!

Um vikuskiftið 25.-27. oktober verður høllin á Hálsi í Havn karmur um eina røð av fjølbroyttum tiltøkum, sum Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri. Heitið fyri alt tiltakið verður “Steðga á”.

Trý tiltøk fríggjakvøldið

Lagt verður fyri fríggjakvøldið klokkan 19.30 við stórmøti í høllini. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar um evnið: “Hvørjum renni eg eftir?” Orkestrið T.O.S. syngur og spælir.

Allir aldursbólkar møta í høllini, men eftir eina stutta byrjan verður tvey barnatiltøk samstundis: Eitt stórt juniortiltak fyri børn í skúlaaldri, og fyri børn undir skúlaaldur er tilboð um barnaansing í kaféini í høllini.

Eftir ein drekkamunn verður ungdómsløta í høllini, har Símun P. Jacobsen talar. Tað verður sjálvandi lovsangsløta, og harumframt syngur Tummas Eivind J. Hansen.

Nógv á skránni leygardagin

Stórmøtini halda fram seinnapartin leygardagin. Klokkan 13 hevur Bergur Debes Joensen ein áhugatíma um “tekin um endatíðina”. Gev gætur, at hesin áhugatímin er í meinigheitshúsinum!

Klokkan 19.30 verður aftur stórmøti í høllini, har Kristian Martin Petersen talar um evnið “Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan”. Sangbólkurin Tabitha syngur. Aftur leygarkvøldið byrja allir aldursbólkar møtið saman í høllini, men síðani verður barnaansing fyri børn undir skúlaaldur í kaféini, og samstundis fara børn í skúlaaldri í høllina hjá Fimi at spæla.

LES EISINI  Stórmøtini verða á Skála

Undir drekkamunninum eftir møtið verður sokallað Expo. Tað er ein løta, har arbeiðsgreinar hjá Heimamissiónini og aðrir felagsskapir sýna fram og greiða frá sínum arbeiði. Eisini verður hesa løtuna og øll kvøldini stórt bókaborð, har møguleiki er at keypa eina ella fleiri spennandi, viðkomandi og uppbyggjandi bøkur.

Klokkan 22 verður ungdómsløta, har Ovi Brim talar, og tá verður eisini lovsangsløta.

Tvey stór kór sunnudagin

Síðsti dagurin á stórmøtunum er sunnudagurin. Tá verða gudstænastur í kirkjunum í økinum klokkan 11.

Klokkan 15 verður stórt tiltak fyri alla familjuna – Simbahitt. Ann Mari E. Kjølbro hevur eitt orð, og kórið frá Sangfagnaðinum syngur. At enda kemur klovnurin Bubu eisini.

Síðani verða øll boðin til nátturða, áðrenn síðsta møtið verður klokkan 18. Tá talar Alfred Petersen um evnið “Mín frið gevi eg tykkum”, og gospelkórið Vox syngur. Á hesum møti luttekur teknmálstulkur. Barnaansing verður fyri børn undir skúlaaldur, og filmur verður vístur fyri børnum í skúlaaldri.

Nógv gjørt burturúr

Stórmøtini eru saman við summarlegunum størsta afturvendandi tiltak hjá Heimamissiónini, og sera nógv verður gjørt burturúr at skipa fyri eini fjølbroyttari og viðkomandi stevnu. Øll møtini verða stroymað, bæði her á Trúboðanum og á facebook-vanganum hjá Heimamissiónini. Iktus tekur nøkur møti upp, eins og Lindin sendir møtini. Sunnukvøldsmøtið tekur Kringvarpið upp.

LES EISINI  Stórmøti leygarkvøld: Vaks í Kristi

Øll høvuðsmøtini verða eisini týdd til enskt. Fólk, ið ynskja enska týðing, kunnu læna eitt headsett til endamálið við dyrnar.

Eisini verður høvi til eina persónliga samtalu, har tey eisini kunnu biðja fyri einum.

Steðga á

Endamálið við stórmøtunum er at boða ein einfaldan evangeliskan boðskap til trúgv á Jesus. Andrias Magnussen, aðalskrivari, sigur, at evnið í ár er valt, tí vit nútíðarmenniskju renna sera skjótt; alt gongur við rúkandi ferð rundanum okkum og í okkara egna lívi. Tí hava vit brúk fyri at steðga á viðhvørt, og líkasum seta okkum við meistarans føtur, eins og Maria gjørdi. Tað er eisini tað, sum liggur í teimum trimum evnunum, sum talararnir hava fingið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina