Stórmøtini eru eisini fyri børnini
Hóast ‘’Hvar finna vit vón í eini ótryggari tíð?’’ er ein stór yvirskrift, so eru nóg mikið av tiltøkum til allan aldur.
Barnaansing
Børnini hava hvørt kvøld møguleika til at fara í barnaansing, har høvi er at spæla, gera ymisk ítriv, o.a., sum er sett upp. Barnaansingin verður samstundis sum møtið: fríggja- og leygarkvøldið kl. 19 og sunnukvøldið kl. 18. Barnaansingin er eitt gott høvi hjá børnunum at stuttleika sær saman og læra hvønn annan at kenna.
Junior-tiltak
Bæði fríggjakvøld og leygarkvøld verða Junior-tiltøk, har børnini hava møguleika at hugsavna seg um Guds orð saman í øðrum høli. Tiltakið byrjar samstundis sum møtið kl. 19. Børnini savnast í høllini, har tey síðani verða leidd víðari. Tiltakið er fyri juniorar, har tey fáa tilfar til teirra støði, eins og tey hava møguleikan at práta og spæla við børn um teirra aldur.
SIMBA-hitt
Kl. 15 verður sunnudagurin settur í gongd við tí vælumtókta SIMBA-hittinum. SIMBA-hitt er nokk ein av teimum størstu sunnudagsskúlum í Føroyum hesa tíðina, har nógv børn savnast fyri at hoyra Guds orð. Her kemur Jóhan Hansen at hava orðið, og kórið frá Sangfagnaðinum kemur at syngja. Hetta kórið er ikki bara sum at siga tað. Heili 165 børn syngja saman, har tónarnir runga út um alla høllina!
Kringvarpið kemur at taka upp, meðan SIMBA-hitt er.
Undir tiltakinum verður innsavning til SIMBA, har møguleiki er at geva peningagávu. Eftir tiltakið verður nátturði bjóðaður, so har er eingin vandi fyri, at børnini koma at ganga svong.