Stórmøtini: Komið í góðari tíð!

Nú Simbahittið verður seinnapartin kl. 15, kunnu væntast sera mong fólk. Royndirnar siga, at tað tekur eina løtu at koma uppá pláss í høllini. Tí mæla vit øllum til at fara heimanífrá eitt korter fyrr enn ætlað, so øll kunnu vera komin uppá pláss, tá stóra familjutiltakið byrjar stundisliga kl. 15 við brúsandi barnasangi og góðum tónleiki. Í løtuni er veđriđ ófýsiđ, men veđurstøđirnar siga minni vind út á seinnapartin og í kvøld. Hjartaliga vælkomin, børn sum vaksin!

Eftir familjutiltakiđ verđa øll bjóđađ til nátturđa, međan Kringvarpiđ ger klárt at taka síđsta stórmøtiđ í ár upp. Tađ byrjar klokkan 18. Malan Steinhólm hevur eitt orđ til børnini, og Andrias Magnussen, nýggi ađalskrivarin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini talar um evniđ “Guds ríki”. Stóra kóriđ frá sangskeiđnum fyrr í heyst syngur, og fyri børn undir skúlaaldri verđur barnaansing. Sí alla skránna á mission.fo

LES EISINI  SIMBA hitt 2023
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina