Stranda Sangkór: Harranum lovið
Fyri nógvum árum síðani – so nógvum at eingin okkara minnist nágreiniliga nær – gav Heimamissiónin eitt kasettuband út við Stranda Sangkóri. Útgávan nevndist: Harranum Lovið.
Tá vit fyri stuttum ruddaðu í Nesvík, komu vit fram á eitt av hesum bondum. Nú hava vit so gjørt upptøkurnar talgildar, so at vit eisini kunnu lurta eftir bandinum í framtíðini. Samstundis leggja vit tær gomlu upptøkurnar út her, so onnur eisini kunnu fáa høvi at gleða seg um teir gomlu tónarnar.
Sólbjørg Mortensen Símunarson umsetti
Stranda Sangkór: Harranum lovið
Kórleiðari: | Ámundur Berthelsen |
Solo-duett: | Jónhard johansen og Elsebeth Malena Johansen |
Mynd: | Judith Johannesen |
Upptøka: | Hørpuljóð Studio |
Útgevari: | SELA & Hin Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum |