Stuðla Trúboðanum

Trúboðin krevur ikki inn haldaragjald, men arbeiðið verður fíggjað við gávum. Takk fyri, um tú vilt vera við til at stuðla okkara arbeiði, so Trúboðin áhaldandi kann bera kristilig tíðindi út.

Fastur stuðul

Fastar gávur hjálpa okkum enn betur at leggja okkara arbeiði til rættis longur fram í tíðina við einum tryggari rakstri. Tú kanst stovna eina fasta flyting í egnum peningastovni við at flyta á eina av hesum kontum:

  • Føroya Banki 6460-112.546.1
  • Betri Banki 9181-120.534.1
  • Norðoya Sparikassi 9865-100.186.2
  • Suðuroyar Sparikassi 9870-429.112.4

Til ber eisini at stuðla á heimasíðuni við gjaldskorti: https://trubodin.fo/studul/

Ert tú í iva, ber til at ringja á tlf. 470 000 ella at skriva til trubodin@mission.fo

Vit takka fyri eina og hvørja gávu til arbeiðið.

Um Trúboðan

Trúboðin er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum.

Trúboðin kom fyrstu ferð út í juli í 1943. Sjálvt um 2. heimsbardagi herjaði, og tíðirnar annars vóru truplar í Føroyum, so tóku missiónsfólk seg saman og løgdu lunnar undir Trúboðan.

LES EISINI  Trúboðin framleiðir sjónvarpssending um føroysku bíbliutýðingina í 200 ár

Frá A5 til tíðindablað

Trúboðin hevur altíð havt boðandi og lærandi tilfar í blaðnum umframt vitnisburðar. Ein onnur týðandi síða av Trúboðanum er upplýsandi og kunnandi tilfar um arbeiðið hjá Heimamissiónini.

Gjøgnum árini er blaðið vaksið í stødd, síðutali og tilfari. Fyrstu árini var Trúboðin í A5 stødd og kom út við 8 síðum fýra ferðir um árið (haldaragjaldið fyrsta árið var 3 krónur). Tá var eisini ein partur av tilfarinum skrivaður á donskum. Blaðið vaks spakuliga í stødd og síðutali.

Ein tann størsta broytingin hendi í 1991, tá ið blaðið fór undir tvær útgávur um mánaðin í avísstødd, og seinni sama ár fekk fólk burturav at arbeiða við blaðnum. Seinni eru litir komnir í blaðið, fyrst á nøkrum síðum og seinni alt blaðið.

Online netmiðil burturav

Á heysti 2018 kom Trúboðin út fyri seinastu ferð sum blað. Trúboðin er í dag ein netmiðil burturav. Hetta merkir eisini, at haldaragjaldið er burtur og harvið hava øll fría atgongd til kristilig tíðindi og andliga uppbyggjandi tilfar á Trúboðanum. Arbeiðið at framleiða tilfar kostar framvegis væl av peningi, og miðilin verður rikin av føstum gevarum, ið seta prís uppá innihaldið í miðlinum og vilja stuðla tí.

LES EISINI  "Dagsins andakt" skiftir ham

Trúboðari, sum røkkur langt

Trúboðin er enn í dag ein savnandi liður í Heimamissiónini. Hann kunnar um tað fjøltáttaða arbeiðið hjá Heimamissiónini, eins og tíðindi frá Fólkakirkjuni, øðrum kirkjum, samkomum og felagsskapum. Dentur verður eisini lagdur á uppbyggjandi greinar, eins og at viðgera týðandi og viðkomandi evni. Sostatt er Trúboðin, eins og navnið sigur, ein av trúboðarunum, ið røkkur longst út og hevur ein tann størsta lesaraskaran.

Tíðindabræv

Ynskir tú at fáa Tíðindabræv frá Trúboðanum? Hvønn fríggjadag senda vit eitt Tíðindabræv frá Trúboðanum. Tíðindabrævið verður sent við telduposti og er ókeypis. Vælkomin at tekna teg til Tíðindabrævið her.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina