Sum vársól rísur yvir fold
Herfyri fekk Trúboðin vitjan av Jan Jacobsen og Hanusi Thomsen, sum høvdu játtað at syngja og spæla tveir páskasangir fyri okkum. Í dag kunnu vit presentera hin fyrra av teimum báðum upptøkunum. Tað er sálmurin: Sum vársól rísur yvir fold. Videobrotið kanst tú síggja omanfyri hesa grein.
Sálmurin er eitt brot úr einari váryrking, sum Grundtvig upprunaliga yrkti sum ein kantata til eina páskagudstænastu í Christiansborg Slotskirke í 1846. Í yrkingini er vármorgun og blómandi náttúran við til at tekna eina mynd av blómandi ríki Guds. Tann blómandi vármorgunin verður knýttur saman við páskagleðiboðskapinum, men Grundvig blandar ikki tingini saman við at gera kristindómin til ein náttúruátrúnað. Gleðiligu náttúrulýsingar Grundtvigs verða stuðlaðar av vakra lagnum hjá Emil Hartmann, sum á sín serliga hátt ger mongu myndir Grundvigs livandi í síni yrking.
Í 1928 umsetti J. Dahl sálmin til føroyskt.